Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánjal Jákup Joensen, fyrrverandi KÍ-venjari: um Skála skandaluna: »..eg var púra paff«

John William Joensen

DJ stóð undir liðini á Kurt Mørkøre, og var vitni til hendingarnar, tá KÍ púra óvæntað tapti fyri einum nógv undirmettum eysturoyarliði

Ja hvat hendi og hvat hendi ikki? – men eitt stendur fast: Klaksvíkingar høvdu roknað við at KÍ fór at sigra í fyrsta dystinum í kappingini um Løgmanssteypið 2002.

Dysturin
KÍ legði seg á odda 1-0 við máli, sum Ovi Nysted gjørdi. Hann var tó so óheppin at javna fyri Skála við sjálvmáli, men KÍ legði seg tó aftur á odda við máli, sum leikandi venjarin Kurt Mørkøre gjørdi. 2-1 var støðan í hálvleikinum.
Nógvur vindur var og regn hendan dagin, og stutt inn í seinra hálvleik var støðan totalt broytt. Skála kom upp á javnleik og legði seg síðani fram um við einum frálíkum frísparki.
Seinasta málið var tó tað ‘besta’, tá KÍ er í álopi og trýstir fyri at javnað út.
Nakað uttan fyri brotsteigin hjá Skála dettur bólturin til ein verjuleikara, sum uttan at hyggja upp, smekkar bóltin høgt upp í loft.
Vindurin tekur fastatøkur á leðurkúluni, sum bert tvær reisur nemur vøllin áðrenn bólturin situr í meskunum aftan fyri ein skelkaðan KÍ – málverja.
Dysturin endaði 4-2 til Skála.

Umberingar
Ja, hvat skal ein siga. Farið var til Skála eftir einum sigri og úrtøkan bleiv ein eyðmýkjandi 4-2 ósigur.
Onkur tosaði um, at KÍ manglaði dystarvenjing, orsakað av tí nógva kavanum á vøllinum í Klaksvík. Onkur annar helt, at tað at KÍ manglaði fýra av føstu leikarunum, eisini hevði sína ávirkan. Hjalgrím Elttør var til royndarvenjing hjá Aston Villa, Allan Joensen var leikbannaður, Alexander og Allan Mørkøre vóru heldur ikki við vegna skaða. – Men hóast góðu umberingarnar so er eingin ivi um, at hesin ósigurin gagnaðist klaksvíkingum illa.

Dysturin frá beinkinum
Dánjal Jákup Joensen hevði hendan dagin samábyrgd av KÍ liðnum og hann heldur at tað sum hendi á Skála tíanverri ikki er ókent fyri KÍ.
" Hetta er tað sum hendir í fótbólti. Eg kundi reksað nógvar líknandi dystir upp, men tað er eingin loyna at tað rennur kalt niður eftir rygginum hjá mær tá eg hugsi um dystin.
Eg má siga at eg var púra paff av tí sum fór fram inni á vøllinum.
Tú skipar jú venjingina eftir einum ávísum leisti sum skal byggja leikarar upp til kappingina. Eg haldið at vit sum venjarar og eisini leikararnir gjørdu eitt seriøst arbeiði í fjør, og tí var kanska vónbrotið hendan dagin á Skála uppaftur størri.
Tað, sum fór fram inni á vøllinum, var á mangan hátt sera óskiljandi.
Ein bóltur bleiv skotin frá mótstøðuhálvuni og endar í KÍ málinum. Hettar er nakað sum eg ongantíð aftur komi at síggja um eg so blívi 100 ára gamal, men tað hendi altso hendan dagin."

Leikarar ikki konsentreraðir
"Vit mugu tó siga at vit vóru ávaraðir undan dystinum.
Vit taptu jú í Klaksvík men allíkavæl mengan vit ikki at fáa leikararnar at síggja skriftina á vegginum.
Tað er so ofta sagt, at ein vinnu ongan dyst uttan at ein leggur alla orku í, og hettar er eisini so satt sum tað er sagt.
Vit kunnu eisini hyggja eftir dystinum í ár millum KÍ og AB í Klaksvík. Tað vóru stórir partar av dystinum har AB setti seg á spælið, men tá vóru vit hepnir og m.a. brendu argjamenn tvey brotsspørk.
Tað er eingin loyna at hetta er nakað sum situr í høvdunum á leikarunum.
Teir vita at teir hava betra liðið á pappírinum, og hóast teir tykjast vera uppsettir, so fara teir inn og gera ein hálvan innsats."

Fótbóltur eitt liðspæl
" Fótbóltur er jú eitt liðspæl sum er tengt at 11 leikarum. Hava ein ella tveir leikarar ein ‘off-dag’ so slitnar ketan og úrslitið er í stórum vanda.
Sum venjari kanst tú góðtaka eitt tap um tú heldur at leikararnir hjá tær hava gjørt tað sum gerast kann fyri at vinna dystin. – Men eftir tap sum tað á Skála kanst tú als ikki vera nøgdur.
Ein stórur trupulleiki hjá KÍ í fjør var at vit skuldu hava so nógvar málmøguleikar bert fyri at fáa eitt ella tvey mál burtur úr.
Fleiri av dystinum sum vit ikki vunnu í fjør, vóru dystir har mótstøðuliðið fekk mál upp á teir møguleikar sum teir høvdu.
Vit høvdu møguleikar oman á møguleikar utta at nakað spurdist burturúr.
Fótbóltur er sum sagt eitt liðspæl har tú er tengdur at 11 ymiskum leikarum, og at allir gera tað væl. Sjálvur meti eg at vit fingu eitt gott úrslit í fjør men orsøkin til at vit ikki vunnu longur fram var serliga tann at vit ikki vóru serliga vandamiklir framman fyri málinum hjá mótstøðumonnunum, men tað kunnu jú verða nógvar orðsøkir til tað."

Umráðandi at koma afturíaftur
Dánjal sigur at eftir dystin í Skála var tað uppgávan hjá venjarunum at fáa leikararnar at gloyma dystin skjótast gjørligt.
"Tað ringasta við einum slíkum tapið er at tað gongur ein heil vika til ein aftur sleppur at royna seg í dysti.
Hóast kritikkur heglar oman yvir ein eftir eitt slíkt tap, so er umráðandi at ein ikki missir málið úr eygsjón, men heldur fram við arbeiðinum og varðveitir trúnna upp á tað sum ein ger. Eisini er umráðandi at leikarar merkja at hetta ikki er nakað sum verður góðtikið, og leikarar sjálvir vilja jú eisini  prógva at teir eru betri enn eitt slíkt úrslit vísir."

Útstrálingin sigur nógv
Dánjal sigur, at nú hann hevur verið venjari í nøkur ár metir hann seg duga at síggja hvussu leikarar eru fyri undir dystum.
"Sum venjari leggur tú merki til hvat tað er sum leikarar útstrála.
Ein sær á teimum hvussu teir eru fyri. Eru teir upplagdir ella ikki, men tíanverri vísir tað seg ofta at verða trupult hjá venjarunum at tendra leikararnar tá teir ikki vísa seg at vera væl fyri."

KÍ átti at havt servenjingar
Dánjal sigur at KÍ seinastu árini ikki hevur havt nóg avgjørdar áleyparar.
"Eg haldið at vit hava stórar trupulleikar við at fáa yngri áleyparar settar við. Hví so er veit eg ikki men vít áttu kanska at arbeitt meiri miðvíst við hesum trupulleikanum í fótbóltsuppalingini. Tað at vera áleypari ella málskorari er jú ein heilt serlig uppgáva, og eg trúgvi at vit eiga at útbúgva ungdómar til júst hendan postin.
Eisini haldið eg at tað er ein trupulleiki at vinnarainstinktið ikki liggur meiri djúpt í leikarunum. Hetta eru trupuleikar sum vit eiga at loysa í yngru deildunum, áðrenn leikarar koma upp í 1. deild."