Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Norðoya Sambandsfelag: Hvussu kemur niðurgongdin í alivinnuni at raka Norðoyggjar

John William Joensen

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur almennan fyrilestur í býráðshøllini, mánakvøldið 22. September kl. 19:00 undir heitinum: "Er føroyski búskapurin á veg inn í eina kreppu?"

Magni Laksáfoss, búðskparfrøðingur sigur,  at sjálvandi er ikki talan um eina kreppu sum vit kendu frá fyrst í 90 unum.


”Vit kunnu tó ikki koma uttan um at talan eru um eina niðurgongd í búðskapinum.


Tí er umráðandi at vit hyggja eftir hvussu henda niðurgongd kemur at raka, og hvussu tað almenna eigur at mótvirka gongdini.”


Magni sigur at búðskaparliga níðurgongdin er stórst innan aluvinnuna og tí verður hetta evnin, við atlitið til norðoyggjar,  viðgjørt serstakt í fyrilestrinum mánakvøldið.


 


Sjúkrahúsverkið og vinnulívið


Við á fundinum verða limir í tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum.


Alfred Olsen, formaður í Trivnaðarnevnd løgtingsins, kemur at greiða frá støðuni innan sjúkrahúsverkið og ætlanunum hjá landsstýrinum at lækka stuðulin til smærri sjúkrahúsini. Kaj Leo Johannesen, limur í Vinnunevnd løgtingsins,  kemur at greiða frá vinnusjónarmiðunum hjá Sambandsflokkinum.


 


Burturlutan


Norðoya Sambandsfelag hevur móttikið umsókn frá starvsfólkum á umlættingarheiminum Dáanum, um stuðul í samband við keyp av nýggjum bussi.


Í hesum sambandi hevur nevndin avgjørt at skipað fyri burturlutan í samband við tiltakið mánakvøldið í býráðshøllini har peningurin, ið inn kemur, fer óskerdur til umlættingarheimið Dáan.


 


Fundurin í býráðshøllini er almennur og eru øll sjálvandi hjartaliga vælkomin.


 


Norðoya Sambandsfelag


John William Joensen, formaður

Harleywoodpaint