Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eigaraskifti í Nólsoyar Pálls Gøtu

John William Joensen

Handilin hjá GIGI hevur fingið nýggjar eigarar og frá mánadegnum av heldur handilin áfram undir navninum Ka-Ki.

Tað eru tær báðar Karin Olsen og Kirsten Tróndheim, ið hava keypt handilin frá Gigi og fara tær framhaldandi at handla við úrvalinum sum Gigi hevur havt, eisini við klæðum til tær størru dámurnar.
Karin og Kirsten eru ikki ókendar í handilslívinum í Klaksvík, við tær báðar hava fingist við handil á hvør sínum øki í mong ár.
Tær báðar siga við Norðlýsið, at tá tær lata upp mánadagin, verður tað eins og tað hevur verið frammanundan við klæðum til yngri sum eldri kvinnur og sjálvandi fara vit eisini at hava eitt gott úrval til tær størru kvinnurnar.
Treyðugt so, onkrar broytingar verða við nýggjum vørumerkjum og øðrum, men tað kunnu viðskiftafólkini kunna seg meira um í handlinum.
Gigi sigur, at hon aftaná at hava verið í handilsvinnuni í 26 ár nú fer undir at gera eitthvørt annað. Eg havi havt tað gott í handilslívinum og fari hervið at ynskja starvsfólki og teimum eg havi samstarva við hesi árini, alt tað besta og takka fyri tíðina.
Tað er mín vón, sigur Gigi víðari, at viðskiftafólkini sum higartil trúliga hava vitjað GIGI, eisini fara at taka undir við Ka-Ki, nú tær báðar Karin og Kirsten fara at taka yvir.
Norðlýsið ynskir Karin og Kirsten tillukku við nýggja handlinum.