Tað vóru ikki hugnalig tíðindi, okkara vælsignaða sjónvarp kom við undan vitjanini hjá norska ríkmanninum Kjell Inge Røkke í Føroyum.
Tað sum stjórin í JFK hevði at siga sjónvarpinum um hví Røkke kom hendavegin var nærmast sligið upp í glens, tí sjónvarpið vitsti frá sínum "álítandi" keldum at tað vóru heilt aðrir bollar á suppuni.
Aðrastaðni frá hevur Norðlýsið fingið at vita, at tá sjónvarpið ringdi til stjóran fyri JFK fyri at fregnst um vitjanina hjá Røkke fekk hann nærmast at vita, at líkamikið hvat hann segði, so komu tíðindini í sjónvarpið álíkavæl.
Høvd rullaðu í sjónvarpinum tá sjónvarpið fyri aðru ella triðju ferð ikki kláraði at fáa signal ígjøgnum í samband við ein fótbóltsdyst.
Hvat hendir nú, tá ábendingarnar hjá sjónvarpinum um, at Røkke kom hendavegin at leggja Næraberg ella at sleppa burturúr átakinum sjálvur.
Tað er óhugnaligt at vit øll skulu vera tvangsinnløgd til at gjalda til sentralistisku høvuðsstaðarpressuna.
Tíðindini, sum vit dagliga vera fóðraði við frá útvarpinum og sjónvarpinum eru so lokal havnatíðindi sum tað í heila tikið ber til.
Fyri stuttum skuldi vit eitt nú hoyra um hvussu móð ein fitt genta í Havn var tá hon skuldi í skúla seinnapartin. Hetta var ein "skandala", tí gentan orkaði ikki at taka ímóti lærdómi seinnapartin.
Og ikki at tala um, tá teir fyri nakað síðani bygdu omaná eitt neyst í Havn, ja, tá fór ikki dagur, at føroya fólk skuldi gjalda fyri at hoyra báðar almennu loftmiðlarnar kappast um at greiða frá hvussu støðan var við hesum vælsignaða neysti.
Tá ið um sjónvarpið ræður, eiga vit at fáa møguleikan at velja sjálvi, soleiðis at vit ístaðin fyri við lóg at skula gjalda, kunnu keypa okkum eitt hyggjarakort, um vit hava hug til tess.
Støðan hjá útjaðaranum í Føroyum er álvarslig, men tað verður nærum ikki tikið upp á tungu. Eitt nú býr minni fólk í Suðuroy ídag enn í 1925 og tað hóast suðuroyingar hava átt "mætar" menn í føroyskum politikki.




