Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hagastevnan fyri Uppsalahaga noktar

John William Joensen

Sambart stjóranum fyri Norðoyatunnilin noktar hagastevnan fyri Uppsalahaga norðoyatunnlinum atgongd til økið í Uppsalahaga har tunnilsmunnin skal verða


Stjórin fyri Norðoyatunnilin sigur: " Semjuskriv um endurgjald vóru send eigarunum á strekkinum frá Tekniska skúla, har vegagerðin hjá Norðoyatunlinum p/f byrjar, til tunnilsmunnan oman fyri bátahylin á Borðoyarvík.

 
Tað eru tó bert fáir av teimum gott 100 eigarunum, sum hava latið við seg koma. Rykt verður nú við freist til 6. okt 2003, samstundis sum ognartøkan verður fyrireikað. Kærufreistin í sambandi við ognartøku er 3 mánaðir.
 
Hetta merkir at Norðoyatunnilin p/f ikki kann ráða yvir lendinum fyrr enn í fyrsta lagi 6. januar 2003, tá ið gerð av atkomuvegi og tunnilsmunna í Klaksvík kann byrja. – Roynt hevur verið at samráðast við Uppsalahaga um at sleppa fram at økinum har tunnilsmunnin skal vera, hóast semja ikki varð gjørd; men hagastevnan fyri Uppsalahaga hevur noktað hesum."