Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein heilsan frá Norðingi til tey heima á miðnátt

Oliver Joensen

Vit hava tað allir gott og tað gongur strúkandi við rógvingini. Júst nú eru vit komnir 20 fjórðingar suður úr Svínoynni.

Stemningurin var góður umborð á Jógvan S og umborð á Norðoyingi, nú vit ringdu teir upp á miðnátt. Manningin á Norðingi lat væl at, onkur okkara hevur havt eitt sindur av sjóverki, men ikki verri enn so enn at vit hava allir tikið okkara tørn. Síðani tit ringdu um áttatíðina hava vit ikki róð so langt, tí vit hava etið ein góðan nátturða við kaffi omaná og síðani hava vit skipa okkum soleiðis, at nú eru bert seks við árarnar, ímeðan tveir hava frívakt.
Vit flyta um uppá menninar innímillum, soleiðis at vit ganga tørn at stýra og flyta borð úr borði. Vit eru allir væl fyri og seinastu veðurtíðindini frá Petur Jákku á Tórshavn Radio eru positiv, so tað er við góðum treysti vit eru farnir undir rógvingina í nátt.
Umborð á Jógvan S sigur Hans Andrias, skiparin, at í løtuni vísir ferðmátarin 2,5 sjómíl um tíman, so tað gongur bara væl. Eg rokni við, sigur Hans Andrias, at klára teir at halda út til tað er ljóst ímorgin, so munnu teir á Norðingi óivað fara at koma langt.
Norðingur er væl útgjørdur. Teir hava GPS og WHF og harafturat hevur kappróðrarbáturin ljós, so lætt er hjá Jógvan S at fylgja róðrargørpunum í nátt.