Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fótbóltur, 1. deild menn – stigatalvan: KÍ liggur snórabeint í miðjuni

(
John Færø)

Málmunurin er samanlagt null, og liðið liggur 14 stig frá toppinum og 15 stig frá botinum á einum fimtaplássi, 2 mál betri enn EB/Streymur á sættaplássi, so KÍ kann neyvan liggja meira miðskeiðis á stigatalvuni undan seinasta umfari í landskappingini, sum verður leygardagin.

Úrslitini í næst seinasta leikumfari í 1. deild hjá monnum vóru hesi:

B36-HB 0-2 (0-0)
KÍ-NSÍ  2-2 (2-2)
FSV-Skála 3-4 (1-2)
EB/Str.-VB 2-0 (1-0)
B68-GÍ 3-2 (2-1)



Støðan í 1. deild er nú henda:

Nr. Lið      Dystir  V – J – T    +Mál      -Mál  Munur    Stig
 1. HB         17   11 – 5 – 1        38         15    23          38
 2. B68        17   10 – 5 – 2        26         14    12          35
 3. B36        17   11 – 1 – 5        34         19    15          34
 4. NSÍ        17    8 – 5 – 4         31         18    13          29
 5. KÍ          17    7 – 3 – 7         27          27     0          24
 6. EB/Str.   17    6 – 6 – 5         31          33    -2          24
 7. GÍ          17    5 – 5 – 7         25          29    -4          20
 8. VB         17    3 – 4 -10        15          30   -15         13
 9. FSV       17    3 – 2 -12        25          43   -18         11
10. Skála     17    3 – 0 -14        13          37   -24           9

Skála hevur framvegis møguleika at yvirliga í 1. deild, um teir vinna á EB/Streymi leygardagin, men so skal FSV ikki fáa meir enn javnleik ímóti NSÍ í Runavík.

Men VB er heldur ikki uttan vanda, tí um FSV vinnur á NSÍ í seinasta dystinum, og VB samstundis einki fær burtur úr dystnium á heimavølli ímóti B68, so endar VB næstniðast og skal so leika upp- og niðurflytingardystir ímóti næst besta liðnum í 2. deild, og tað er ongin annar enn grannin og “arvafíggindin” TB !!

Harleywoodpaint