Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn Jacobsen flutti fyrsta leikin

Oliver Joensen

Tá 2nd. Klaksvík International 2003 varð sett ídag, flutti Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri fyrsta leikin í fyrsta talvumfarinum.

Internationala talvkappingin, sum í hesum døgum er í Klaksvík, hevur stóran áhuga úti um í Heimi.
Talvsambandið hevur gjørt nógv burturúr og gjøgnum internetið kunnu øll sum hava áhuga, fylgja kappingini. Vitjar tú heimasíðuna hjá 2nd Klaksvík International 2003, so sæst, at áhugin er stórur.
Á lítlari samkomu ídag, frammanundan kappingini greiddi fyrikeikarin, Rani Nolsøe væl frá kappingini, ímeðan formaðurin í Talvsambandinum Andrias Ziska takkaði fyri tilmeldingar og ynskti luttakarunum góða kapping. Steinbjørn Jacobsen borgarstjóri fekk heiðurin millum annað, at flyta fyrsta leikin í kappingini.