Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyski búskapurin er ikki á veg inn í eina kreppu, men vit fara at merkja niðurgongdina

John William Joensen

At føroyska búskaparstøðan er versnað má fáur vera í ivi um ídag. Dagliga hoyra vit í tíðindunum um at støðan í alivinnuni og rækjuvinnuni er vánalig og útlitini fyri munandi framgongd innan rímiliga tíð síggja heldur ikki ov bjørt út.

Eisini hoyra vit javnan um at fiskaprísirnir eru lækkaðir, og at toskurin í dag nokk er eitt av fáa
fiskasløgunum við einum góðum prísi.
Mangur man tí hava spurt seg sjálvan um hvat hetta skal enda við – er ein kreppa á veg aftur nú? Fara vit nú aftur at uppliva eina støðu sum í 90’unum?

Útlitini hjá høvuðsvinnuni
Týdningarmiklasta vinnan í Føroyum er enn fiskivinnan. Henda vinnan – saman við flakavinnuni og alivinnuni – er grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Uttan hesar vinnur, kann man seta spurnartekin við hvat føroyingurin skuldi liva av. Allar hinar vinnurnar í føroyska samfelagnum liva jú so ella so av høvuðsvinnunum.
Tí er tað so týdningarmikið at fáa mett so væl sum gjørligt um útlitini hjá høvuðsvinnunum. Tí ein feilmeting av gongdini í høvuðsvinnunum vil hava avgerandi týdning fyri metingina av øðrum vinnum.
Á mynd 1 er gjørd ein meting av gongdini  í lønargjaldingunum innan okkara høvuðsvinnur. Myndin vísir gongdina frá 1985 og fram til 2007. Árini 2003-2007 eru metingar, meðan 1985-2002 eru søgulig tøl.
Vit síggja m.a. at vit í dag hava lønargjaldingar sum er tvífaldaðar í mun til tá vit vóru í djúpastu kreppuni – í árunum 1993 og 1994. Ein ótrúðlig framgongd, sum vit so sanniliga hava merkt aftur í samfelagnum. Vit vita jú at gingist hevur sera væl hjá bæði virkjum, kommunum og landskassa, tí ov mikið av peningi hevur verið.
 Framtíðarútlitini eru tó ikki heilt so bjørt sum undanfarnu árini, men kortini verður roknað við, at støðið komandi árini fer at vera heilt pent í mun til kreppuárini. Í hesi metingini er t.d. roknað við, at høvuðsvinnurnar ikki minka meiri enn niður á uml. 1,3 mia pr. ár – svarandi til støðið í endanum av 80’unum. Til sammetingar var støðið í 1993 og 1994 einans góðar 700 mió kr. pr. ár.
Møguliga er henda metingin ov bjartskygd, tí tað er altíð ringt at meta um framtíðar fiskaprísir og fiskanøgdir. Til hetta kann sigast, at metingin tekur bæði hædd fyri einum falli í alivinnuni og eisini einum falli í hýrunum frá fiskiskapinum. Samanumtikið erhetta ikki ein verulig fiskivinnukreppa, men kann heldur sigast at vera ein niðurgongd í fiskivinnuni

Almenni sektorurin
Á mynd 2 sæst gongdin í lønargjaldingum innan almenna sektorin. Sum sæst, var niðurgongdin í kreppuni í 90’unum í lønargjaldingunum innan almennar tænastur munandi minni enn niðurgongdin innan høvuðsvinnurnar. Meðan høvuðsvinnurnar fóru næstan niður í helvt fóru almennu tænasturnar ikki meiri enn gott og væl 10% niður. Hetta við at almennu tænasturnar ikki minka óansæð hvussu tíðirnar eru, er ikki nakað eindømi fyri Føroyar. Hetta kenna vit aftur úr øllum londum.
Í framskrivingini verður roknað við, at almennu tænasturnar ikki minka, men einans at vøksturin ikki verður eins stórur sum undanfarin ár. Hyggja vit eftir fíggjarlógaruppskotinum í ár sæst eisini, at stórt sæð eingin minking er innan almenna sektorin – heldur verða nýggj avgjøld løgd á vinnuna og rentustudningur og mjólkastudningur verður skorin fyri at fíggja vaksandi almenna sektorin.
Lítil iva er tí um, at lønargjaldingarnar innan almenna sektorin fara at vaksa – eisini í komandi árum.

Avleiddar vinnur
Avleiddar vinnur eru vinnur, sum ikki eru høvuðsvinnur og ei heldur almennar tænstur. Hetta er t.d. byggivinnan, handil, tænastuvinnan og aðrar vinnur sum "liva" av inntøkunum sum eru skaptar í høvuðsvinnunum og almennu tænastunum.
Tá ein niðurgongd kemur í høvuðsvinnunum, forplantar hon seg til avleiddar vinnur. Tað kann gott taka nakað av tíð áðrenn effektin veruliga er sligin ígjøgnum – tvs. at ein niðurgongd í høvuðsvinnuni ikki sæst rættiliga aftur í avleiddum vinnum fyrr enn ein tíð er gingin. Hetta kemst m.a. av, at um onkur t.d. er í ferð við at byggja eini hús, so steðgar ein ikki byggingini hóast ein niðurgongd kemur í høvuðsvinnunum – húsini verða bygd liðug fyrst. Hetta merkir, at byggivinnan sjálvandi merkir at inntøkurar eru minkaðar, men at tað tekur nakað av tíð áðrenn effektin veruliga slær ígjøgnum.

Mynd 3 vísir gongdina innan avleiddar vinnur.
Eisini her síggja vit hvussu stór niðurgongdin var í 90’unum. Frá knøppum 2 milliardum krónum í lønargjaldingum í 1989 til uml. 1,2 milliardir í 1994.
Eitt tilsvarani lop er hent eftir kreppuna, við tað at lønargjaldingarnar nú eru knappar 2,5 milliardir – ein tvífalding eftir einans 8 árum – ein ótrúðlig búskaparlig útvikling.
Metingin komandi árini er ein ávís niðurgongd. Aftur her kann ein finnast at metingini og siga, at hon er heldur bjartskygd – til hetta kann sigast, at hon er nært tengd at metingini í høvuðsvinnunum. Um fallið í høvuðsvinnurnum er yvirmett, vil henda metingin eisini verða yvirmett. Um fallið í høvuðsvinnurnum harafturímóti er undirmett, vil fallið í avleiddu vinnunum eisini vera undirmett.

Samlaða gongdin
Samlaða gongdin er ein samanlegging av gongdini í høvuðsvinnunum, almennum tænastum og avleiddum vinnum. Mynd 4 vísir metingina av samlaðu gongdini. Lítil ivi er um, at eitt ávíst fall verður í búskapinum, men ilt er at meta um hvussu stórt hetta fallið verður.
Í hesi metingin er roknað við, at fallið er rímiliga stórt, men ikki nær so stórt sum fallið í 90’unum.
Í 90’unum minkaði búskapurin við einum triðjingi. Her verður als ikki roknað við einum falli av tílíkari stødd, men einans eitt fall á umleið 10%.
Hetta kann ljóða av lítlum, men hetta er eitt rímiliga stórt fall, sum avgjørt kemur at merkjast í dagliga húsarhaldinum – og so sanniliga eisini hjá virkjunum, kommununum og landskassanum.

Harleyfacadeacryl