Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eivind Jacobsen, hondbóltsáhugaður strandingur og fyrrverandi formaður í STÍF: Stjørnan hevur eitt gott kvinnulið

John William Joensen

Hóast kvinnurar á stjørnuliðnum vóru sera misnøgdar við innsatsin móti STÍF um vikuskiftið, so heldur strandingurin Eivind Jacobsen, at Stjørnan hevur nógv at byggja á.

At kvinnurnar hjá Stjørnuni bert meganðu javnleik móti einum skerdum strandaliði, vóru tað ikki nógv sum høvdu roknað við, men sum dysturin leið var tað rættvíst úrslit, sigur Eivind Jacobsen.

Útlendsku leikararnir
– Undan dystinum høvdu vit frætt at Stjørnan hevði styrkt seg við útlendskum leikarum, men sum dysturin leið vísti tað seg ikki sum at hesir leikarar vóru nøkur hóttan.
– Ein skal tó verða varðin við at siga ov nógv um hesara leikarar, tí vit mugu hava í hugað at hettar var teirra fyrsti dystur. Tó legði eg til merkis at tær gjørdu so at siga ongar feilir, og tað telur eisini nógv tá ein skal meta um hondbóltsleikarar.
– Hinvegin má eg siga at tær imponeraðu ikki, og tað er væl altíð tað ein leitar eftir tá ein keypir sær útlendskan styrk.
– Stjørnan hevði stórar trupuleikar av útlendingunum hjá STÍF, sum næstan ótarnaðir sluppu gjøgnum verjuna at skjóta.  Her hugsi eg serliga um Alinu, sum hvørjaferð slapp inn um verjugarðin at skjóta, og tá hon jú hevur eitt kanónskot var lítið at gera hjá málverjanum.

Í Norðlýsinum
Í blaðútgávuni hjá Norðlýsinum fríggjadagin, er samrøða við strandingin, um útlendingar í føroyskum hondbólti, og møguleikarnir hjá Stjørnuni at gerast meistarar.