Jákup Olsen, stýrislimur, sigur við Norðlýsið, at eftir ætlan verður nýggja samkomuhúsið innilokað í ár.
– Ætlanin hjá okkum er at innilokað húsið sum skjótast, og vantandi verður hetta arbeiðið liðugt í ár.
Tó kann tað draga nakað út, tí vit brúka bert ólønta arbeiðsmegi, og tí má arbeiðið jú gerast í fríløtum.
Nýtt hús,
nýggir møguleikar
Tað er eingin loyna at tíðirnar og krøvini til samkomuhús eru nógv broytt síðani Emmaus bleiv bygt í 1920.
– Í dag verður stórur dentur lagdur á barna- og ungdómsarbeiði og serliga vetrarhálvárið er nógv virksemi í húsinum.
– Hetta var eisini høvuðsorðsøkin til at fari varð undir at byggja nýtt og umframt at vit fáa góðar umstøður til ungdóms- og frítíðararbeiðið í kjallaranum verður salurin innrættaður til umstøðurnar í dag. M.a. verður eitt rúm til foreldur við smábørnum, har ein rútur verður millum salin og barnaansingina. Soleiðis kunnu tey vaksnu fylgja við í tí sum gongur fyri seg á møtinum meðan børnini kunnu spæla við leikur á gólvinum.
– Annars verður mett at nýggi salurin kemur at taka umleið 200 fólk og harafturat verður pláss fyri at fólk kunnu sita á loftinum í norðara enda á salinum.
Jákup Olsen sigur at nýggi salurin gevur eisini rørslutarnaðum atgongd til salin á jøvnum føti við onnur.
– Omanfyri er beinleiðis atgongd við rullustóli av parkeringsøkinum og inn í salin uttan at neyðugt verður við rampa og somuleiðis inn í kjallaran av parkeringsøkinum niðanfyri húsini.
Taka gamla
Emmaus niður
Jákup Olsen sigur, at so skjótt sum nýggi salurin verður innlokaður verður farið undir at gera kjallaran og tá tað arbeiðið er liðugt verður flutt inn.
– Síðani verður gamli salurin niðurtikin og økið hann stendur á nýtt til parkeringspláss.
– Sostatt kemur samkoman í Emmaus at húsast í kjallaranum í nýggja húsinum til arbeiði upp á sjálvan salin í yvirhæddini verður liðugt.
Fíggingin
Byggingin av nýggjum sali er mett til at kosta eitt stað millum 3-4 milliónir og Jákup sigur at arbeiðið verður fíggjað í høvuðsheitum við gávum frá fólki, sum hava tilknýti til Emmaus.
– Harafturat skal sigast at vit einki hava goldið í tímaløn til arbeiðsfólk.
– Tó verða vit sjálvandi noyddir at gjalda onkrar tímar, men ætlanin byggir serliga á frívilliga arbeiðsmegi og gávur.
– Hóast stórsti parturin av fíggingini kemur úr samkomuni, so er eisini nakað av stuðli komin aðrastaðni frá.
Í hesum sambandi kann nevnast at 1. jóladag gongur talvan í Christianskirkjuni til frama fyri nýggja samkomubygningin.




