Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hondbóltur: Samrøða við ungdómsvenjaran hjá Stjørnuni: Stjørnan satsar upp á yngru deildirnar

John William Joensen

Rógvi Nielsen, ungdómsvenjari hjá Stjørnuni, sigur at Stjørnan eigur nógv talentir og at felagið nú av alvára leggur dent á at menna tey ungu

Somu leikarar í tveimum deildum
Í aldursbólkinum gentir 14 vann Stjørnan sannførdandi á Kyndli.
Gentir 16 vunnu 19-12 á Kyndli í Klaksvík men taptu síðani 12-10 móti STÍF á Skála.
Í hesum sambandi er vert at býta merki í at bæði Stjørnan og STÍF brúka somu leikarar í Gentir 16 og í unglingadeildini.
Dagin eftir at STÍF hevði vunnið  12-10 á Stjørnuni í aldursbólkinum gentur 16 møttust somu leikarar aftur í unglingadystinum, sunnudagin á Skála.
Hendan dystin vann Stjørnan 22-21 eftir at hava verið frammanfyri í hálvleikinum 12-6.
Rógvi Nielsen sigur at orsøkin til at somu leikarar verða nýttir í deildini gentur 16 og kvinnuunglingar, er at Stjørnan ikki hevur nakrar leikarar til aldursbólkin kvinnuunglingar.
– Genturnar fáa nógv meiri burtur úr at leika dystir enn at venja, og tí hava vit valt at geva teimum so nógvar dystir sum gjørligt.

Menna yngru deildirnar
Ungdómsvenjarin hjá Stjørnuni sigur at ungdómsarbeiði hjá Stjørnuni hevur verið alt ov illa skipað í fleiri ár.
– Tí royna vit í fyrstuatløgu at fáa venjingarnar í yngru deildunum í fastar karmar, og leggja dent á at fáa ungdóm í Klaksvík at velja hondbólt. Tað er umráðandi at vit fáa ungdómin at støðast í felagnum, og síðani kunnu vit leggja eina meiri miðvísa venjing til rættis.

Venja kontraspæl
– Í ár havi eg valt at leggja serligan dent á kontraspæl, sum annars als ikki hevur verið vanligt í ungdómshondbóltinum í Klaksvík.
– Ungdómsliðini hjá Stjørnuni eru ikki forvand við at vinna og tí hevur tað stóran týdning at vit geva teimum best møguligan førleika til hetta. Men hinvegin mugu vit eisini síggja realistiskt upp á tingini og tí vanta vit okkum ikki beinleiðis nøkur meistaraheitir í yngru deildunum í ár.
– Sjálvandi stevna vit eftir hesum málinum og fara at gera alt fyri at røkka fremstu rókini, men tað hevur størri týdning at vit fáa góð viðurskiftið og eina menning í ungdómsarbeiði hjá Stjørnuni.
– Eg skal tó leggja afturat at tað skuldi verið løgið um ikki okkurt heiðursmerkið kom hendanvegin í ár.

Nógv talentir
Rógvi Nielsen sigur at tað er eingin ivi um at Stjørnan er sera væl fyri við leikaratilfari.
– Vit eiga nógv talentir í yngru deildunum, men av tí at lítið og einki er gjørt fyri at halda upp á fólki í felagnum, so er komið alt ov lítið burtur úr.
At Stjørnan satsar upp á yngru deildirnar sæst serliga í tí at felagið hevur meldað tvey lið til í øllum deildum, og ungdómsvenjarin sigur at undirtøkan hevur verið somikið góð at teir høvdu uttan ivað megnað at mannað trý lið í hvørji deild.