Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ gjørdi bart

John William Joensen

Piltarnir hjá KÍ vunnu bæði gull og silvur, tá fyrsta innandurakappingini í veturin var hildin á Kambsdali. Tey bæði KÍ-liðini, sum vóru við í kappingini, spældu avgerandi dystin um gullið

Um vikuskiftið var Silva Cup 2003 hildin í itróttarhøllini á Kambsdali. Tað var LÍF, sum skipaði fyri hesi fyrstu innandurakappingini í fótbólti hendan veturin.
Í piltadeildini vóru 9 lið við í kappingini, og KÍ hevði tvey lið við.
Bæði KÍ 1 og KÍ 2 komu víðari frá sínum innleiðandi bólkum, og í finalubólkinum stóðu liðini seg væl. Tað endaði við, at seinasti dysturin í kappingini, sum var millum júst KÍ 1 og KÍ 2, var avgerandi dysturin um gullið í kappingini.
Dysturin endaði við, at KÍ 1 vann 2-0, og harvið vunnu teir gull. KÍ 2 fekk silvur, meðan B36 fekk bronsu, og Skála varð nummar 4.
Tað vóru tí nakrir fegnir KÍ-piltar, sum fóru aftur um Leirvíksfjørð leygardagin.