Harleywoodpaint
Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minningarorð um Erik Mørkøre

John William Joensen

Nú fjøllini eru gingin og flettingin er farin afturum, var tað so undarliga tómt at koma út á Selheygg, nú tá ið tú, abbi, ikki ert har longur.

f. 2. juni 1912
d. 8. februar 2003

Nú fjøllini eru gingin og flettingin er farin afturum, var tað so undarliga tómt at koma út á Selheygg, nú tá ið tú, abbi, ikki ert har longur. Tað var løgið at hugsa sær, at tær mongu hugnaligu løturnar úti hjá tær og ommu, har vit sótu í køkinum og prátaðu, nú ongantíð skuldu koma aftur.
Prátið í køkinum um flettingina, vekt, og ikki at gloyma hvussu veðrið mundi fara at verða, nú kjøtið skuldi heingjast upp, var mangan stuttligt at hoyra. Tó var tað ikki bert hetta prátið, sum hevði tín áhuga. Tú var eisini altíð áhugaður í, hvussu vit barnabørnini høvdu tað, hvat vit tókust við og á tín egna hátt fekst tú okkum eisini at hugsa um, hvat vit vildu við lívinum.
Títt lív var mangan strævið. Bert 11 ára gamal misti tú mammuna og mostur tína. Hetta vóru tvær kvinnur, sum fyltu nógv í tínum lívi, og sum vórðu tiknar frá tær við bert fáum tímum í millum og fóru í somu grøv. Eg minnist, at tú plagdi at fortelja, at tit systkini vórðu send hvør í sína ætt, eftir at mamman doyði. Tú fórt heim í Vág til Símun at búgva, og tú plagdi at siga, at Tunguhúsið heima í Vági var títt annað heim.
Tú plagdi at taka til, at tú og tey flestu, sum vóru tínir javnaldrar, høvdu ikki havt møguleika fyri at fara at lesa, men tú frøddist um, at tey ungu í dag høvdu betri møguleikar fyri at nema sær lærdóm. Tú hevði hinvegin lívsins lærdóm. 17 ára gamal fór tú til skips við Solo Deo Gloria. Tú fekst um endan av deyðssiglaratíðini og var við dammskipi og síðani við skonnart og øðrum skipum til tú fór upp á land í 1949.
Sum smádrongur í Tunguhúsinum heima í Vági, hevði tú óivað verið uppí, tá ið Símun í Vági bryggjaði. Tí eftir at tú legðist uppá land, fór tú at arbeiða á bryggjarínum hjá Einari Vaag. Eg minnist væl, hvussu forkunnugt tað var sum smágenta at koma at vitja teg og ommu á Selheyggi. Um høgtíðirnar bjóðaði tú sodavatn í alskyns litum, og vit børn máttu hugsa okkum væl um, áðrenn vit valdu, tí vit kundu bert velja eina. Tú plagdi at siga, at um vit ikki orkaðu at drekka alla sodavatnina, so skuldi tú goyma hana til vit komu aftur.
Tú fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum. Tú vart javnaðarmaður og mangan varð tosað um politikk. Tá prátað varð um javnstøðu segði tú so mangan, at hetta bara var eitt orð, og tú plagdi at taka til, at munur var á kvinnum og monnum. Tú helt, at sama um talan var um mann ella kvinnu, høvdu øll sína uppgávu í samfelagnum. Teimum sjúku og veiku, sum ikki kundu arbeiða í samfelagnum, skuldi landið taka sær av og so áttu øll onnur at arbeiða, bæði heima og úti. Tú plagdi at minna meg á, at lívið kundi laga seg soleiðis, at tað ikki altíð var, at man hevði eitt val.
Tín partur lá ikki eftir, tá tað ráddi um at arbeiða og eg minnist teg sum ein raskan og arbeiðssaman mann. Seinasti arbeiðsdagur tín á Føroya Bjór var tann dagin, ið tú fylti 80 ár.
Nú tú ert farin, minnist eg teg við takksemi og við gleði um tað, tú var fyri okkum øll og við ynski um, at friður skal vera við minni tínum.

Birta Biskopstø