Hósdagin var andakt í kapellinum tá Anna Danielsen, vanliga nevnd frk. Danielsen, fyri seinastu ferð fór frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Røðan hjá Nils Paula Danielsen, Presti:
Andakt hin 27. novembur 2003 á Kl. sj. við børuna hjá
Onnu Danielsen, eisini nevnd frk. Danielsen
Sálmar: 444 390 – 64.
Hon er so ómetaliga vøkur, henda frásøgnin hjá Lukasi um Símeon gamla og Onnu Fanuelsdóttir, sum bæði vóru trúføst í tænastuni og vikaðust ikki, og sum bæði sluppu at síggja Jesu(s)barnið, áðrenn (ið) tey doyðu, frelsuna í Honum, sum er ljósið, ið skal lýsa fyri okkum, í okkum og uttan um okkum og vera ein dýrd fyri fólk Guðs.
Vit lósu, at Símeon kom til staðar leiddur av halga anda., og vit kunnu hugsa um, hvør í sínum lagi, hvørjum ið vit verða leidd av í gerningi okkara, hugburði og atferð.
Eisini vit skulu ein dag eins og Símeon og Anna Fanuelsdóttir fara út úr hesum heimi. Harrin helt í hond teirra og vil fáa í hond okkara við og leiða okkum, bæði her í heiminum, og tá ið vit fara hiðani.
Nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orðum tínum,
tí at eygu míni hava sæð frelsu tína.
Tað er ein vakur háttur at fara úr hesum heimi uppá, sum tænari, ið hevur sæð bjargingina, frelsuna.
Tað vil eg eg fegin siga við børunu hjá Onnu Danielsen, hvørs arbeiðisdagar og lívsverk vóru løgd her á hesum sjúkrahúsi.
ella , sum hon eisini varð kallað, var dóttir Mariu uttan av Bø og Amelius Danielsen niðri í Túvu, sum bygdi á gomlu grundina í Køkinum, dygst við Heimistovu, í Svínoy.
Tey vóru upprunaliga 5 systkin, 3 systrar, og 2 brøður, Esmar doyði sum smádrongur, 5 (ella 6) ára gamalur, og Dánial frá fyrru giftu hjá Ameliusi, sum varð verandi í barnaheiminum úti í Svínoy, meðan ið systarnar fluttu av oynni, Elsmalena giftist suður til Vágs við Esmari Augustinussen, og búsettust tey seinni í Havn, Essa(Elsebeth) giftist við Jóanesi Vang í Havn.
Anna fór til Klakksvíkar og lærdi undir krígnum til sjúkrasystur á Klakksvíkar sjúkrahúsi. Eftir kríggið fór hon niður til Danmarkar at supplera, sum tað varð sagt, psykiatri og barsil.
Niðri tók Anna eisini narkosuna, og heimafturkomin gjørdist hon 1. assistentur á Klakksvíkar sjúkrahúsi, og tá ið Olga Kjølbro gavst, varð Anna Danielsen av landslæknanum biðin um at vera yvirsjúkrasystur á Klakksvíkar sjúkrahúsi. Hon søkti ikki, men landslæknin setti hana. Anna Danielsen røkti nógva størv, bæði narkosuna, skurðviðgerð, røntgen og laboratoriið umframt starvið sum fyristøðukvinna á Klakksvíkar sjúkrahúsi. Anna Danielsen gekk høgt upp í, at alt var í lagi, og var hon avgjørd.
Vakt hevði hon aðruhvørja nátt og skuldi møta kl. 7.
Hon var altíð á sjúkrahúsinum og stóð altíð í kapellinum og sang fyri, tá ið lík vórðu borin út. Tá var eingin urga. Nú standa vit aftur her, og hesu ferð er tað Anna Danielsen sjálv, sum verður útborin.
Vit, sum minnast Annu Danielsen bæði frá ferðum úti í Svínoy og arbeiðinum her á Klakksvíkar sjúkrahúsi, kunnu ikki annað enn standa eftir við stórari virðing fyri einari menniskju, sum var góð við føðioyggj sína, sjúkrahúsið og royndi at vera rættvís og gera, hvat ið hon kundi, fyri at hjálpa og linna um neyðina, sum menniskju komu í.
Anna Danielsen fór frá, tá ið hon var 65 ára gomul fyri 24 árum síðan(1979), og flutti suður til Havnar at búgva, har hinar báðar systrarnar eisini búðu. Nú eru øll systkini deyð. Tey seinastu árini hevur frk. Danielsen verið á røktarheiminum her í Klakksvík, her ið hon nú doyði, mett av døgum, 89 ára gomul.
Í takksemi fyri tað, sum Anna Danielsen hevur útinnt her á Klakksvíkar sjúkrahúsi og okkara millum, venda vit okkum til Hansara, sum setti alt í gongd og heldur øllum uppi, og sum sendi Son Sín inn í okkara deyðamerkta heim at bjarga okkum og føra okkum í tann stað, Hann hjá Sær hevur gjørt til reiðar til okkara.




