Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kveikjunargenturnar hjá KÍ undirhildu

Oliver Joensen

Tá Stjørnan leikti ímóti StÍF, undirhildu kveikjunargenturnar hjá KÍ í hálvleikinum fyri áskoðarunum. Hetta er ein liður í einum átaki hjá Stjørnuni har ætlanin er at gera tað meira undirhaldandi at fara til hondbólt.

At kveikjunargentur undirhalda í samband við ítrótt er ikki nakað nýtt. Eitt nú hevði KÍ fyri stuttum vitjan av kveikjunargentunum hjá FCK, har tær vístu kynstur síni.
Sigast má, at okkara egnu kveikjunargentur stóðu onki aftanfyri tær hjá FCK. Tað virkaði eisini á okkum sum áskoðarar, at hondbóltsdysturin meira var skipaður sum eitt gjøgnumført undirhaldstiltak, tá eisini hálvleikurin bleiv gjørdur til eitt show.
Tað vanliga er, at børn og ung fara inn á vøllin at spæla í hálvleikinum, soleiðis at áskoðararnir hava nóg mikið við at verja seg fyri bóltum av vøllinum. Harafturat kemur tað fyri at trupult er at fáa børnini av aftur vøllinum tá dystur skal byrja aftur.
Kveikjunargenturnar vóru við til at gera løtuna í høllini hugnaliga, men ikki minst var tað hugaligt at Stjørnan vann stórsigur.