Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tað var onki óvanligt í handanini av brævinum frá Tjóðveldisflokkinum til Anfinn Kallsberg

John William Joensen

Hetta sigur Karstin Hansen, fyrrv. fíggjarmálaráðharri um viðtaluna, sum Norðlýsið hevði við Anfinn Kallsberg, um sendingina har Breddin hevði samrøðu við Høgna Hoydal.

Tað var als ikki talan um at vera "statistur" í eini sending hjá sjónvarpinum, tá eg beint undan Degi og Viku skuldi handa Anfinni endaliga svarið frá Tjóðveldisflokkinum.
Tingfundur hevði verið allan dagin og Høgni Hoydal hevði alla tíðina verið undir trýsti frá fjølmiðlunum um svarið til Løgmann uppá bræv hansara til Tjóðveldisflokkin.
Ikki fyrr enn kl. 17 henda sama dag, fingu vit sett fundin hjá Tjóðveldisflokkinum, har svarið til løgmann skuldi orðast.  Hesin fundurin var liðugur um 19.30 tíðina.
Um 19.400 tíðina fingu vit fatur á Anfinni um telefonina og Høgni greiddi honum frá svarinum, í høvuðsheitinum, ímeðan eg var hjástaddur, og hann segði honum samstundis at eg skuldi koma við svarinum og handa honum tað persónliga. Orsøkin til at tað var eg, sum skuldi handa Anfinni svarið var sera einfalt hon, at eg alla tíðina havi havt eitt gott samband við Anfinn og tá nakað hevur verið ímillum Tjóðveldisflokkin og Anfinn, so hevur tað sum oftast verið mín lutur at vera kontaktpersónur.
Eisini skuldi Høgni í sjónvarpið at greiða frá politisku støðuni, men hann vildi at Anfinn fyrst skuldi hava lisið brævið. Hóast brævið frammanundan varð sent formanni fólkafloksins um telduna, so vildi Høgni tryggja sær at eisini Anfinn hevði lisið brævið.
Víðari sigur Karstin Hansen: ímeðan eg eri á veg niðan til Anfinn, ringir hann til mín í fartelefonini og sigur at hann er farin frá húsum orsakað av at pressan var á staðnum og at hann ikki vildi vera partur av hesum nú. Eg greiddi honum frá hvat stóð í brævinum og skjeyt upp, at vit fóru út í Fíggjarmálastýrið á parkeringsplássið har. Men tá sigur Anfinn, at sjónvarpið elti hann ígjøgnum býin og vit avtalaðu síðani at hittast aftur kl. 9.00.
Tjóðveldisflokkurin ella Høgni Hoydal høvdu als einki við jagstranina hjá sjónvarpinum at gera. Okkara lutur var bert at geva løgmanni eitt svar uppá brævið, vit høvdu fingið frá honum.
At so pressan kappast um at fáa tíðindini fyrst hevur so aldeilis onki við Tjóðveldisflokkin at gera. Høgni hevði lovað at vera í sjónvarpinum, men hann vildi bert fyrst tryggja sær at Anfinn hevði fingið brævið áðrenn tíðindini fóru út og tað er púra vanligt tá talan er um slík álvarsmál, sigur Karstin Hansen at enda.

Harleywoodpaint