Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eysturoyggin er ikki at kenna aftur

John William Joensen

Fyri stívliga 30 árum síðani átti oyggin einki umboð í bestu fótbóltsdeildini, og nú eiga teir meiri enn helmingin av teimum tíggju feløgunum í 1. deild

Tað er menning og gróður í Eysturoynni. Tað sæst á so mongum økjum. Tá ið tað gongst væl, tað er nógv arbeiði, ungdómurin hevur møguleika fyri útbúgving og læruplássum, samferðslukervið er fyrimyndarligt, og mentanin hevur tað gott, so sæst hetta eisini aftur í felagslívinum. Ikki minst í fótbóltinum.
ÍF var fyrsta felagið í Eysturoy sum í nýggjari tíð royndi seg í fremstu røð. Tað gjørdu teir í 1971. ÍF legði rygg til avsmurningar. Teir taptu onkra ferðina nógv móti KÍ, og teir taptu ofta heilt nógv móti HB, sum megnaði at gera tað til sítt spesialið at hølva ÍF av. Síðani mentust fuglfirðingar, og í 1979 megnaðu teir sum teir fyrstu í Eysturoy at vinna meistaraskapin. ÍF flutti niður í 2. deild á síðsta leikdegi í 1999, tá ið KÍ í oysandi regni vann FM í Klaksvík. Nú eru fuglfirðingar aftur, har sum teir halda seg hoyra heima. Teir sigast longu vera komnir so mikið langt við fyrireikingunum til nýggja kappingarárið, at líkindini til at teir skulu fara at standa seg, eru heilt góð.
Tá ið ÍF var komið í 1. deild, og tá ið NSÍ, GÍ og B68 fylgdu aftaná, broyttist nógv í føroyskum fótbólti. Frammanundan at fótbóltsfeløgini í Eysturoy vóru millum tey bestu, stuðlaðu fótbóltshugaðu eysturoyingarnir onnur fótbóltsfeløg. Einki er at liggja omaná, at flestu eysturoyingarnir tóku á við KÍ. Av Eiði og á eystursíðuni á Eysturoy út á Toftir og á Skálafjørðinum sum heild hava vit latið okkum fortalt, at tey hildu við KÍ, og tað var ikki so sjáldan, at leirvíkingar, gøtufólt, fleiri fuglfirðingar og eisini toftamenn komu til Klaksvíkar at hyggja eftir fótbólti, og at hesi fóru til Havnar at taka á við KÍ, tá ið HB og B36 vóru vertir.
Tað vóru kortini undantøk. Eitt nú í Gøtu vóru tað summi, sum hildu við B36. Tað segðist koma av, at Arnhold Hansen ella Alli, sum í ein mansaldur var formaður í árstalsfelagnum, hevði konu úr Gøtu. Og í Fuglafirði vóru tað fleiri – kanska eins nógv og tey sum hildu við KÍ ella kanska uppaftur fleiri – sum hildu við HB. Tað ljóðar undarligt, tí oftast var tað soleiðis, at bygdirnar stóðu saman móti høvuðsstaðnum. Tað búðu fleiri klaksvíkingar í Fuglafirði, og tað búðu fleiri fuglfirðingar í Klaksvík. Hetta styrkti sjálvandi um bondini millum Klaksvíkina og Fuglafjørð, og hetta var ein av orsøkunum til, at nógvir fuglfirðingar hildu við KÍ.
At HB eisini átti sínar stuðlar í Fuglafirði hevði eisini sína forkláring. Tað segðist fyrst og fremst komast av, at Petur Sigurð Rasmussen eitt skifti síðst í fimmti árunum búði í Fuglafirði, hagani kona hansara er ættað.
Navnið Petur Sigurð Rasmussen sigur kanska ikki yngra ættarliðnum so nógv. Men tey, sum eru komin upp ímóti teimum hálvt hundrað, munnu tey flestu minnast Petur Sigurð at verja málið hjá HB. Tað gjørdi hann flestu árini frá fyrrapartinum av fimmti árunum og fram til miðjuna av seksti árunum.
Tá ið Petur Sigurð búði í Fuglafirði, var hann rættuliga aktivur í ítróttinum. Hann lærdi fuglfirðingar at spæla hondbólt, og hann var millum teir fremstu í fótbóltinum og í Ítróttarfelag Fuglafjarðar. Tá ið Petur Sigurð so flutti aftur til Havnar, var tað kanska ikki so undarligt, at fuglfirðingar hildu við liðnum hjá honum.

Fleiri í fremstu røð
Síðani ÍF í 1979 sum fyrsta felagið í Eysturoy vann FM heitið, er fótbólturin í Eysturoy mentur framúr nógv. Tað sæst eitt nú aftur í, at seks av tíggju feløgum í 1. deild næsta kappingarár koma úr Eysturoy. Umframt ÍF eru tey GÍ, NSÍ, B68, Skála og EB/Streymur.
Einki økið í landinum hevur seinastu tjúgu árini vunnið so nógv FM heitið, sum teir í Eysturoy hava gjørt. GÍ hevur verið meistari í 1983, 1986, 1993, 1994, 1995 og í 1996. Og B68 hevur verið meistari í 1984, 1985 og í 1992. Tað vil við øðrum orðum siga, at síðani í 1979, tá ið ÍF sum fyrsta felagið í Eysturoy vann FM, hava feløg í oynni vunnið tíggju FM heitið í eina fjórðings øld.
Tá ið tað eru so nógv feløg á so lutfalsliga so lítlum øki, sum eru í innanhýsis kapping, so fer tað neyvan altíð at ganga eins væl hjá øllum. Leirvíkingar vóru væl við í 1. deild í áttati árunum, tá ið teir fleiri ferðir høvdu betri endastøðu enn KÍ. Tey seinastu árini hevur ikki hilnast so væl hjá LÍF, men leirvíkingar hava gjørt um seg í fleiri øðrum feløgum. Merkistvert er tað í FM prátinum, at tað higartil ikki hevur eydnast NSÍ at vinna FM heitið. Í Runavík tysta teir nógv eftir FM steypinum. At teir skulu stríðast við nógvar grannar um stigini, ger ikki uppgávuna lættari.
Meginøkið er stórt, og tað er lætt hjá fótbóltsspælarum at flyta millum feløgini. Higartil hevur tað hjá klaksvíkingum fyri tað mesta verið soleiðis, at spælarar eru farnir úr býnum og til feløg í høvuðsstaðnum, og onkrir einstakir eru farnir til feløg í Eysturoy. Nú tað verður farið undir fasta sambandið um Leirvíksfjørð fara møguleikarnir fyri flytingum úr Klaksvík og ikki minst til Klaksvíkar at verða betri, enn teir higartil hava verið. Tað verður í Klaksvík sæð við spenningi sæð fram ímóti, hvussu hetta fer at tørna út.
Eingin ivast í, at Eysturoyggin framvegis fer at hava stóran leiklut í føroyskum fótbólti. Um hann fer at verða eins stórur, sum hann hevur verið seinastu fjórðings øldina, fer bara tíðin at vísa. Men tey, sum minnast tríati ár aftur í tíðina, staðfesta, at Eysturoyggin líkist ikki sær sjálvari. Heldur ikki í fótbóltinum.