Um leið klokkan hálvgun trí seinrapartin í dag tísti løgmaður á knøttin sum útloysti fyrsta skotið til Norðoyatunnilin
Tað var ein søgulig løta á úti á Enni sunnan fyri Leirvík, tá Anfinnur Kalsberg, løgmaður, trýsti á knøttin sum útloysti fyrsta skotið til Norðoyatunnilin.
– Tá eg trýsti á knøtti leitaðu tankarnir hjá mær til forfedrarnar hjá mær her í Leirvík, og eg sá tað sum nakað heilt náttúrligt at bondini millum Leirvík og Bø við hesum verða fastari knítt. Hetta er ein heilt serlig kensla! segði løgmaður í stuttari viðmerking.




