Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atli Danielsen verður verðandi í KÍ

John William Joensen

Mánakvøldi skrivaði ungi og evnaríki landsliðsleikarin, Atli Danielsen, undir ein 1 ára sáttmála við KÍ.

Tað er eingin loyna at Atli Danielsen er ein leikari sum vit fara at síggja meira til á landsliðnum. Hann hevði eitt sera gott kappingarár í fjør, og eisini slapp hann at royna seg á A-landsliðnum.
At Atli Danilsen verður verðandi er uttan iva ein styrkur fyri KÍ-hópin, men so er bara spurningurin hvussu leingi KÍ megnar at halda upp á evnaríka leikaran.