Á tíðindafundi í morgun bleiv valskrá Sambandsflokksins løgd fram og ein høvuðsboðskapur er ein nýggj skattaskipan.
Valskrá Sambandsfloksins til valið 20. januar 2004.
Tryggleiki, framburður og vælferð
1. Nýskipanaruppskotið
Sambandsflokkurin gevur við sínum Nýskipanaruppskoti sítt greiða boð uppá eina framtíðarskipan innan ríkisfelagsskapin við Danmark og Grønland.
Fyri Sambandsflokkin eru vælferðarsamfelagið og persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikil enn nationalistiskar hugsjónir, og flokkurin fer tí ongantíð at seta tey í váða í tilgongdini at gera Føroyar meira sjálvbjargnar.
Við Nýskipanaruppskotinum vil Sambandsflokkurin greiða ríkisrættarligu viðurskiftini, har tey eru ógreið og seta í verk eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum skal avloysa verandi heimastýrisskipan. Soleiðis vil flokkurin framvegis ganga á odda á hóvligu leiðini fram ímóti størri sjálvbjargni innan fyri ríkisfelagsskapin við Danmark og Grønlandi.
Sambandsflokkurin vil hava at:
¤ Vit skulu staðfesta, at Føroyar er ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum.
¤ Vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin og hava felags grundlóg og kongshús
¤ Vit skulu framvegis hava somu ríkisborgararættindi.
¤ Vit skulu framvegis hava tvey umboð á Fólkatingi.
¤ Vit skulu fylgja Danmark í gjaldoyraviðurskiftum, eins og verju- og uttanríkispolitikkur formliga eiga at vera umsitin av ríkismyndugleikunum.
¤ Vit skulu í høvuðsheitum varðveita rættarskipanina.
¤ Vit skulu kunna yvirtaka øll onnur mál, so hvørt sum Løgtingið ella Fólkatingið tekur avgerð um tað.
¤ Á henda hátt gerast Føroyar alt meira sjálvbjargnar.
¤ Á henda hátt varðveita og menna vit persónliga frælsið og vælferðarsamfelagið Føroyar.
¤ Á henda hátt varðveita og geva vit komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.
Í millumlandasamráðingum fer Sambandsflokkurin á skynsaman hátt at lýsa sjónarmið Føroya. Innan Norðurlandaráðið vil flokkurin styðja eitthvørt tiltak, íð miðar ímóti størri norrønum samarbeiði, mentunarliga og fíggjarliga.
Ein góð samstarvsavtala við ES er av alstórum týdningi fyri okkara útflutningsvinnu, og neyðugt er, at vit framhaldandi hyggja eftir møguleikunum fyri nýggjum avtalum, nú ið fleiri nýggj lond eru á veg inn í felagsskapin.
2. Lægri skatt meira virksemi
Sambandsflokkurin vil fremja ein skattareform, sum bæði fer at lætta um hjá tí einstaka og fer at verða fremjandi og mennandi fyri øktum virksemi.
Føroyar eru eitt av teimum londunum, har fólkið livir undir hægsta skattatrýsti í heiminum. Hetta minkar um hugin til at útbúgva seg, at arbeiða og gera ein eyka innsats.
Við skattareforminum vil Sambandsflokkurin tryggja, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, tí arbeiðshugurin og ágrýtnið hjá Føroya fólki eru fremstu fortreytirnar fyri framburði og vøkstri í føroyska búskapinum.
Sambandsflokkurin vil hava at:
Tað altíð skal loysa seg at arbeiða meira
Skatturin av eyka arbeiði verður 40% í staðin fyri núverandi 60%
Tað skal vera lætt at rokna skattin út
Skattaskipanin skal vera løtt at umsita
Skatturin á arbeiðsinntøkum skal minka
Verandi fjaldu/innbygdu skattahækkingarnar verða burturbeindar
Sambandsflokkurin ásannar, at tað er umráðandi, at landsins fíggjarmegi verður væl umsitin, og at gjølla verður ansað eftir fíggjarviðurskiftunum hjá landi og kommunum, so fólkið ikki skal gjalda meira enn neyðugt er.
Sambandsflokkurin vil hava eina nøktandi, vælvirkandi og sterka almenna fyrisiting, sum kann veita borgarum og vinnulívi eina effektiva tænastu.
Nærdemokratiið skal styrkjast við at fleiri egnað málsøki so við og við verða løgd út til kommunurnar at umsita. Skal tað gerast veruleiki, mugu tær liggja saman í hóskiligum støddum.
Aðalráðini í landsfyrisitingini eru vorðin ov nógv. Við samanleggingum verða tey umskipað soleiðis, at tey gerast færri í tali.
Sambandsflokkurin vil tryggja framhaldandi vælferð við at skapa fyritreytir fyri búskaparligum vøkstri.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri at skapa best møguligar karmar fyri allar greinar í vinnulívinum. Virkiskarmarnir skulu gerast so víðir sum gjørligt og bindingar og forðingar skulu fáast av vegnum.
Møguleikarnir hjá útlendingum at seta pening í føroyskt vinnulív skulu betrast við at endurskoða verandi treytir og forðingar.
Tað skal gerast lættari hjá tí einstaka at seta á stovn og reka egið virki. Sambandsflokkurin vil seta í verk vinnufremjandi skipanir til tess at stuðla upp undir nýhugsan og nýskapan í vinnulívinum.
Sambandsflokkurin vil fremja:
Vøkstur gjøgnum arbeiðsmegina
Vøkstur gjøgnum íløgur
Vøkstur gjøgnum ígongdsetarar og kveikjarar
Vøkstur gjøgnum gransking og menning
Vøkstur gjøgnum frælsar marknaðir
Sambandsflokkurin vil brúka orku uppá at skapa best møguligar karmar um vinnulívið heldur enn at veita beinleiðis stuðul, soleiðis at Føroyar framyvir hava eitt stuðulsfrítt vinnulív.
Allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum, eiga at verða einskildar.
Persónligt frælsi merkir fyri Sambandsflokkin eisini frælsi hjá tí einstaka sjálvum at velja, um hann ynskir at halda fram at arbeiða eftir at hava rokkið formliga pensiónsaldrinum.
Føroyska vælferðarsamfelagið hevur brúk fyri øllum tøkum kreftum, eisini teimum, ið eru farin um 67 ár. Sambandsflokkurin vil varðveita verandi pensiónsaldur, men ynskir at veita teimum, sum hava hug og kreftir til tess, møguleika at halda fram at arbeiða.
Sambandsflokkurin virðir ábyrgdarfulla samráðingarrættin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Flokkurin hevur tað grundsjónarmið, at møguligar broytingar í reglunum á hesum øki eiga at vera framdar í samstarvi við allar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Sambandsflokkurin virðir rættin hjá tí einstaka sjálvum at velja, hvørjum fakfelag, hann ynskir at vera limur í.
Bert við eini vælvirkandi samferðslu millum allar partar av landinum, eru fólk og vinnulív uttanfyri miðstaðarøkið tryggjað javnbjóðis vinnuligar og mentunarligar karmar. Tí vil Sambandsflokkurin halda fram við at útbyggja samferðslukervið, so flutningurin av fólki og farmi verður tryggari og lættari.
Tunlar eru tryggasti og lættasti samferðslumøguleikin um sund og um fjøll. Tí eigur at verða hildið fram við tunnilsgerð eftir eini raðfestingarætlan, sum hevur atlit til metingar um ynskini á staðnum, og sum hevur búskaparlig fyrilit.
Sum framkomið samfelag eiga Føroyar at taka sín part av altjóða ábyrgdini fyri okkara felags umhvørvi.
Sambandsflokkurin leggur dent á at reka ein virknan umhvørvispolitikk, sum byggir á sjónarmiðini í Rio- sáttmálanum um burðardygga menning. Tað inniber millum annað, at vit eiga at leggja størri dent á at brúka tær alternativu orkukeldurnar, sum vit hava møguleikar fyri at troyta her á landi. Hetta eigur altíð at gerast við atliti til umhvørvislig árin.
3. Vælferðin – okkara hjartamál
Familjan er ein av grundstuðlunum undir einum vælvirkandi samfelag. Tí eiga allar umstøðurnar, sum eru við til at skapa fortreytirnar fyri einum vælvirkandi familjulívi, at gerast so góðar, sum til ber.
Barsilsskipanin skal bøtast, so hon livir upp til sítt endamál at geva foreldrum møguleika at vera heima hjá barninum fyrsta árið.
Allar familjur skulu kunna búgva í egnum húsum ella í egnari íbúð, um tær ynskja tað. Betri møguleikar skulu vera fyri at leiga íbúð.
Rentustuðulin skal varðveitast á verandi støði.
Tað hevur stóran týdning fyri okkara tilvitan sum tjóð, at føroysk mentan og andslív fáa bestu gróðrarlíkindi.
Í eini fámentari tjóð sum tí føroysku er tað neyðugt, at bókmentir, tónleikur, leiklist, málningalist og onnur list fáa dyggan stuðul, eisini frá tí almenna.
Listin og ítróttin eru millum bestu umboð Føroya úti í heimi, og Sambandsflokkurin vil tí arbeiða fyri, at tey fáa góðar umstøður at virka í altjóða høpi.
Tilverugrundarlagið undir einum nútíðar samfelagi er í stóran mun treytað av einari góðari undirvísingarskipan. Tí er alneyðugt framhaldandi í lóggávuni at tryggja sær, at dygdin í undirvísingini og í útbúgvingunum er á hægsta stigi.
Fólkaskúlin er grundstøðið undir øllum undirvísingarverkinum, og tí er tað av avgerandi týdningi at tryggja fólkaskúlanum góðar og tíðarhóskandi umstøður bæði hvat hølisviðurskiftum, undirvísingartilfari og arbeiðsumstøðum viðvíkur.
Føroyska undirvísingarverkið skal útbyggjast við nýggjum útbúgvingum, og Sambandsflokkurin vil tryggja føroyingum atgongd til útbúgvingar aðrastaðni á hægsta stigi.
Fiskivinnuútbúgvingar og fiskivinnugransking skulu raðfestast høgt sum avgerandi fortreytir fyri menningini av Føroyum sum fiskivinnutjóð.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri at útbyggingin av miðnámsskúlum heldur fram.
Sambandsflokkurin vil stuðla uppundir eitt gott føroyskt granskingarumhvørvi við at geva betri møguleikar fyri vísindaligum granskingar- og menningarvirksemi.
Sambandsflokkurin fer støðugt at arbeiða fyri at tryggja teimum gomlu, teimum sjúku, teimum brekaðu og øðrum, sum hava hjálp fyri neyðini eins góðan stuðul og viðgerð, sum fæst í okkara grannalondum.
Sambandsflokkurin fer at raðfesta eldraøkið í fremstu røð. Flokkurin fer at skipa soleiðis fyri, at haldast kann fram við útbyggingum á eldraøkinum, tað veri seg at byggja ellis- og røktarheim, sambýli, íbúðir hóskandi serliga til eldri. Flokkurin fer at virka fyri framhaldandi menning og útbygging av heimarøktini.
Sambandsflokkurin vil bera so í bandi, at øllum føroyingum verður tryggjað atgongd til mest framkomnu viðgerðarhættir, annaðhvørt her á landi, í Danmark ella aðrastaðni í heiminum.
Íløgur skulu gerast í føroyska heilsuverkið, sum ikki hevur havt nóg góð kor at virka undir seinastu nógvu árini. Sjúkrahúsini skulu nútímansgerast tøkniliga og møguleikarnir fyri vísindaligum granskingar- og menningararbeiði skulu betrast.
Eftirútbúgving av starvsfólki í heilsuverkinum skal raðfestast høgt, so vitanarstøðið framhaldandi kann mennast.




