Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valstríðið koyrir á øllum økjum

Oliver Joensen

Tá stóri valfundurin ímillum allar flokkarnar var í KÍ høllini, stóð hesin "Sjálvstýrisbilurin" uttanfyri og fangaði áhugan hjá fólki.

Valstríðið koyrir í løtuni við fullari kraft. Polittisku flokkarnir hava gjørt sera nógv burturúr hesaferð. Klaksvíksvegurin er vorðin røtt politisk gøta, við tað at flestu flokkarnir hava fingið sær hølir tætt saman á Fornagørðum. Sunnudagin vóru valevni í Svínoy, í Hattarvík og á Kirkju, ímeðan teirr fyrr í vikuni vóru á Kallsoynni.