Eg havi nú í eina tíð hugsa um, hví vit ikki kunnu brúka bókstavin C í føroyska málinum. Hann er jú allastaðir allíkavæl.
Tá eg hjálpi børnunum at rokna, so rokna vit stykki A, stykki B, og píkarill eisini stykki C. í føroyskari roknibók.
Eru ov nógvir næmingar til klassa A og klassa B í einum árgangi, so fara hesir í klassa C í einum føroyskum skúla.
Lesa vit í føroyskari heimsatlas, síggja vit, at Kanada misti sítt C, meðan staturin British Columbia í Kanada varðveitti sítt C. Sama gjørdi býurin Calgary.
Saka skilið er í USA. Har misti Kalifornia sítt C, meðan Colorado slapp undan.
Í statinum Washington er ein á, ið eitur Kolumbiaá við K, meðan ein á aðrastaðir í USA eitur Colorado River við C. Fyrra áin misti bæði sítt C og River.
Og mín sann, um ikki ein býur í south Carolina, við C, eisini eitur Columbia. Hann varðveitti sítt C. Staturin Kolumbia í suður Amerika mátti eisini svíða.
Hví skuldi Meksiko straffast so hart, tá New Mexico, beint norðanfyri slapp at eiga bæði sítt X og sítt C.
Tað eru óteljandi dømi um, hvussu mismunur verður gjørdur. Eg skal ikki troytta tykkum, men bert nevna nøkur fá.
Sum t.d.
Cape Town Kamerun
Cannes Kambodja
Costa Del Sol
Kili (Chile – neyðardýrið)
Colorado Kuba
Hví skulu allar Caféir og øll Cafeteria í Føroyum hava loyvi at brúka C, og hví skulu bilarnir hjá Com Data hava nummarplátur, ið vísa CD…, tá abbabørnini hjá Niclas, Christian, Carl og Victor ikki kunnu eita eitt navn við C, tá tey hvønn dag skulu rokna stykki C í føroysku roknibókini og ganga í klassa C í føroyska skúlanum, og eta C-vitaminir hvønn dag.
Eg undrist.
Til seinast kundi eg kanska nevnt valið, ið stendur fyri framman. Har stríðast allir flokkar av øllum alvi at fáa sum flest stemmur.
Eisini flokkur C.
Gott nýttár øll somul, og gott val.
Margreth.




