Ongin broyting bleiv í býtinum millum flokkarnar í Norðoyggjum í tingmannatali, tó at persónsbroyting varð.
Fólkaflokkurin fekk sum væntað tað stóru framgongdina í Norðoyggjum. Hóast flokkurin á valinum 2002 var nógv størsti flokkur í Norðoyggjum, so megnaði flokkurin hóast hann hevur sitið í samgongu í 6 ár at vaksa við heili trimum prosentum ella umleið 160 atkvøðum og hevur nú 1432 atkvøður. Kappingarneytin sum kemur nærmast er Tjóðveldeisflokkurin, men hann liggur heilar 582 atkvøður aftanfyri Fólkaflokkin við sínum 850 atkvøðum.
Sambandsflokkurin fekk ikki tað framgongdina sum honum var spátt, men hóast tað, hevði flokkurin eina markanta framgongd við 89 atkvøðum, sum má sigast vera sera gott, tá hugsað verður um at tað gekk stak illa hjá flokkinum aðrastaðni samanborið við veljarakanningarnar.
Javnaðarflokkurin hevði eitt vánaligt val í Norðoyggjum, tá hugsað verður um at flokkurin hevur sitið í minniluta á tingi, hann misti 47 atkvøður, men fekk mannin afturvaldan.
Sjálvstýrisflokkurin var stóri taparin í Norðoyggjum hann fór úr 367 atkvøðum niður í 264 atkvøður og hetta hóast flokkurin hevur átt landsstýrismann úr Norðoyggjum í farna valskeiði.
Tjóðveldisflokkurin fekk lítla afturgongd, 50 atkvøður av 900 við valið seinast og má hetta sigast at vera eitt gott val hjá flokkinum, tá hugsað verður um veljarakanningarnar. Men her hendi so tað, at Karstin Hansen, sum hevur sitið sum fíggjarmálaráðharri vann á Heina O. Heinesen, sostatt verður Heini O. Heinesen ikki at síggja ímillum tingmanningina hjá Tjóðveldisflokkinum uttan so at Karstin aftur gerst landsstýrismaður.
Miðflokkurin, hóast hann er lítil, so fekk hann eina ávísa framgongd í Norðoyggjum og onki er at ivast í at hesin flokkurin er komin fyri at vera.
Stuttligi flokkurin fekk 29 atkvøður.
Samgongumøguleikar
Møguleikarnir fyri at mynda eitt nýtt landsstýrið eru nógvir. Beint í skrivandi stund hevur formaðurin í Sambandsflokkinum sagt frá at hon leggur frá sær, annars hevur hon í samband við samgongumøguleikar sagt at flokkurin ikki fer í samgongu saman við Fólkaflokkinum við Anfinni Kallsberg sum landsstýrismanni og tað sama hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin meldað út við.
Hinvegin skilst á summum politikarum, at mest sannlíkt er at vit fáa eina ABC samgongu, men sambart úttalilsum hjá floksformonnunum, so ber hetta ikki til uttan so at Anfinn tekur seg aftur sum evni til landsstýrissess og tað er lítið sannlíkt í verandi støðu.
Tó, tað er kanska ikki óhugsandi, at vit fara at síggja broytingar í leiðsluni hjá Fólkaflokkinum ein av fyrstu døgunum.
Ein annar møguleiki fyri samgongu, sum eisini verður nógv tosað um er ein CEA samgonga.
Men sum sagt, tað eru nógvir møguleikar fyri samgongu, so ivaleyst er at nógv telving er í løtuni ímillum flokkar, ráðgevar og politikkarar.
Løgmansevni
Skal gitast nakað um hvør stríkur avstað við løgmanni, so er kanska mest sannlíkt at tað verður Javnaðarflokkurin við Jóannes Eidesgaard, sum fer avstað við løgmanninum hesaferð.
Formaður Sambandsfloksins hevur sagt seg frá, so flokkurin hevur ikki júst nakað upplagt løgmansevni í løtuni, sum hevur royndir í samgongu. Fólkaflokkurin hevur trupuleikar við sínum annars upplagda løgmansevni og hóast Tjóðveldisflokkurin ikki hevur somu trupulleikarnar, so verður tað beiskur biti hjá onkrum at svølgja um samgonga skal skipast við Høgna Hoydal sum løgmanni. So okkara besta boð í løtuni er Jóannes Ejdesgaard, men sjálvandi, tað eru nógvir leikir eftir í samgongutalvinum og eisini í talvinum um løgmann.




