Sigast kann, at við valinum hesaferð hevur fiskivinnan verið fyri bakkasti, tá talan er um umboðan í tinginum.
Teir báðir garvaðu "fiskivinnutingmenninir" Heini O. Heinesen og Hendrik Old komu ikki inn aftur og tískil kann væntast at fiskivinnan í nýggja tinginum fer at fáa størri trupulleikar at vera hoyrd, enn hon hevur verið frammanundan.
Um hugsað verður aftureftir á politiska orðaskiftið upp undir valið, so fyltu fiskivinnuspurningarnir ikki nógv. Á seinasta fundinum í Norðurlandahúsinum upp undir valið fingu smámál alt ov stórt pláss. Eitt nú bleiv sera drúgv tíð brúkt til skrásett paralag, ímeðan fiskivinnan nærum onga viðgerð fekk.
Onki er at ivast í, at tað eru fjølmiðlarnir, sum eiga sína ábyrgd av at slíkt hendir. Tað eru jú teir, sum stýra slíkum orðaskifti í størstan mun.
Eisini valsendingarnar sum vóru upp undir valið, vórðu merktar av at smámálini fingu sera nógv pláss. Ofta verður ført fram, at nógv av smámálunum, sum eitt nú skrásett paralag selur væl hjá fjølmiðlunum, og hóast sigast má, at tað er ein lítil partur av borgarunum, sum verður raktur av hesum trupulleikanum, so velja fjølmiðlarnir mangan at gera nógv burturúr, tí tað selur.
Ein kann ikki lata vera við at hugsa, um orsøkin ikki kann vera ein heilt onnur, nevniliga hon at nógv stórsti parturin av fjølmiðlafólki okkara als onki innlit hevur í fiskivinnuna og tí velur at ganga aðrar leiðir.
Tað hevur verið skotið okkara journalistum fyri, at teir hava ov lítla útbúgving.
Onki er at ivast í, at um tú skalt skriva um samfelagsviðurskifti í Føroyum, so krevst meira av tær enn eitt prógv frá útlendskum journalistskúla, tí neyva vitan um fisk, veiðuhættir, fiskaprísir, fiskamarknaðir, framleiðslu av úrdráttum úr fiski og so fram, fær tú valla á tí skúlabeinkinum og er útbúgving okkara bert hon ein fær í føroyskum barnaskúla, miðnámsskúla og útlendskum journalistskúla, so kann vitanin um serføroysk viðurskifti valla vera hin stóra.




