Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Myndir hjá Norðoya Fornminnasavni: Myndasavn eftir Jens Aage Andersen, lærara.

John William Joensen

Í fjør summar setti ein dani, Per Andersen, seg í samband við Klaksvíkar kommunu, og segði at hann lá inni við nógvum myndum úr Klaksvík frá 1930 árunum.

Hann vildi, at savnið her skuldi fá kopi av hesum myndunum, og nú um ársskiftið fekk savnið sendandi eina fløgu við meira enn 100 myndum, mest úr Klaksvík, men eisini aðrastaðni úr Føroyum.
Tað var faðir Per Andersen, Jens Aage Andersen, sum tók hesar myndirnar, meðan hann var lærari við millumskúlan  í Klaksvík 1935 til 1938.
Jens Aage Andersen var føddur í 1909 og doyði í 2001, 92 ára gamal.
Sum ungur fekk hann barnalammilsi, og vegna tað var hann kropsliga brekaður, og varð hann tí av foreldrunum sendur á Ranum Seminarium, og fekk haðani læraraprógv sum 20 ára gamal.
Tey fyrstu árini var hann súkluvikarur, tey kallaðu. Hetta var í Vrå kommunu í Norðurjútlandi, haðani hann var slektaður. Har súklaði hann millum skúlarnar og undirvísti, har tørvur var á.
Tá ið byrjað var við millumskúla í Klaksvík í 1935,  varð hann settur við skúlan her, og tað fyrsta hann gjørdi var at fara niður aftur til Danmarkar at keypa undirvísingartilfar.
Hann var við millumskúlan her til 1938, tá ið hann flutti niður aftur til fast starv í Nr. Harritslev í. Hann flutti niður, tí støðan var so spent í Týsklandi, og familjan vildi hava hann at verða í Danmark, um okkurt fór at henda.
Árið eftir giftist hann við konunu Lis, og fingu tey trý børn, Inge, Per og Aase.
Seinni gjørdist hann skúlastjóri í Hundelev.
Per sigur, at pápi hansara hevði ymiskar føroyskar lutir, sum hann hevði fingið meðan hann var lærari her, t.d. hvalvákn, grindaknív, príðislutir o.a. Hann hevur so arvað ymiskt av hesum, m.a. myndirnar.
Pápin plagdi ofta at siga teimum frá tíðini í Føroyum, og serliga spennandi var at hoyra um grindadráp.
Hann vísti teimum eisini ljósmyndir frá grindadrápi. Í uppvøkstrinum hugdu tey ofta at hesum.
Í komandi Norðlýsum verða so myndirnar frá Per Andersen settar í blaðið, og hevði savnið verði sera fegið, um vit fingu upplýsingar um myndirnar, har ivi er um stað ella persónar.

Jógvan Ravnsfjall

Norðoya Fornminnasavn *  Postboks 145 * 700 Klaksvík  * Tlf./fax: 456287  *  E-mail: norforn@post.olivant.fo

Harleywoodpaint