Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Sam og Ternan røkja siglingina um Leirvíksfjørð

John William Joensen

Í tríggjar vikur skullu Sam og Ternan røkja siglingina um Leirvíksfjørð sambart tíðindaskrivi frá Strandfaraskip Landsins.

Tíðindaskriv:

Komandi mánadag verður Sam settur í sigling um Leirvíksfjørð. Fyrst fer Dúgvan til árligt eftirlit, og aftaná Ternan. Ferðaætlanin um Leirvíksfjørð verður tí broytt í uml. 6 vikur.
Mánadagin 2. februar 2004 fer Dúgvan til árligt eftirlit á Tórshavnar Skipasmiðju. Arbeiðið tekur umleið tríggjar vikur. Tá Dúgvan er liðug, fer Ternan til árligt eftirlit, somuleiðis í umleið tríggjar vikur.

Hetta tíðarskeið røkir Sam siglingina um Leirvíksfjørð saman við ávikavist Ternuni og Dúgvuni.

Frá mánadegnum er siglingin skipað soleiðis, at tá Ternan fer av Klaksvík, fer Sam av Leirvik. Tó soleiðis, at Sam bert siglir gerandisdagar, fyrsta túr kl. 8:00 úr Klaksvík, og seinasta túr klokkan 17:45 av Leirvík.

Sam hevur ikki neyðugu loyvini at sigla sum ferðamannaskip, og siglir sum farmaskip. Lastbilar og trailarar hava framíhjárætt.

Strandfaraskip Landsins heitir tí á allar fyritøkur um at laga seg til túrarnar hjá Sam, soleiðis at mest møguligur farmur verður fluttur við Sam.

Sum farmaskip hevur Sam bert loyvi at hava 12 ferðafólk umborð. Gjørt verður vart við, at persónbilar sleppa við, um pláss er, og bert við førara.

Somuleiðis sleppa fólk til gongu bert við, um ferðafólkatalið er undir 12, tá øll akfør eru komin umborð.

Ferðaætlanin verður nærri lýst í bløðunum og á heimasíðuni www.ssl.fo
Strandfaraskip Landsins

Harleywoodpaint