Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu landsstýrismaður í innlendismálum

Oliver Joensen

Hóast tað ikki endaliga er váttað, er onki at ivast í, at fólkaflokkurin í kvøld hevur valt sínar landsstýrismenn og at Jógvan á Lækjuni hevur fingið mentamál, Bjarni Djúrholm vinnumál og Jógvan við Keldu innlendismál.

Norðlýsið skilir, at eisini hjá Fólkaflokkinum hevur staðið hart á at fáa landsstýriskabaluna at ganga upp, men at teir í kvøld endiliga eru liðnir og at einasti landsstýrismaðurin úr Norðuroyggjum verður Jógvan við Keldu, sum á fyrsta sinni í sínum langa politiska lívi fær ein landsstýrissess. Hann verður nevniliga landsstýrismaður í innlendismálum.
Sum øll helst vita, so fylti Jógvan 60 ár í vikuni sum fór og hevur verið í politikki fyri Fólkaflokkin frá heilt ungum árum av, so sigast má at hann hevur nógvar royndir á hesum økinum, bæði sum býráðspolitikari, borgarstjóri og løgtingsmaður.
Vit fara at ynskja Jógvani tillukku við starvinum.