Fyri fólk, ið hava hug at ganga, og sum kanska eru komin nakað upp í árini og vilja halda likamið eitt sindur við líka, hevur Oyrahagi, saman við høgunum eystanfyri úr Klaksvík,nógv at bjóða tá ið um gongutúrar ræður.
Her skal eg bert nema við lítlan part av hesum okkara "eldorado" í náttúruhøpi og tað er leiðin av Oyri og í Skúvadal.
Fyri einum ári síðani gjørdu vit tríggir, Helgi Danielsen, Jørgin Ellingsgaard og Oliver Joensen av at royna um vit ikki kláraðu at halda fast við ein gongutúr í Skúvadalshúsið um mánaðin í eitt ár. Hóast Helga barst frá í desember og januar, so kláraðu vit báðir Jørgin júst at halda ætlanina, við tað at vit vóru seinasta túrin í góðum kavaveðri seinasta dagin í januar í ár.
Okkum dámar at ganga hesar túrar, so vit hava verið fleiri enn teir 12 túrarnar har eysturi hetta árið, tí væl meira fæst burturúr gongutúrum um summarhálvuna enn tá myrkt og illsligt er um veturin. Men undirstrikast skal tó at vit eru samdir um, at hvør árstíð hevur sítt at bjóða og tí hava vit hildið tað vera ilt at taka dagar ímillum hvørt vit fáa meira burturúr um summari ella um veturin, tí túrurin er so frálíkur hvørja ferð. Ert tú væl skøddur og væl ílatin, ja, so bilar veðrið heldur einki, tú bert tú fært í lag at fara heiman, so fært tú ein góðan túr.
Sigast skal, at hóast vit hava havt húsið hjá skótunum í Skúvadali sum mál, so hava vit ongantíð steðga leingið har. Tað hevur snúð seg um gongutúrin. Flestu túrarnar hava vit verið einar tveir til tríggjar tímar burtur íalt, men onkuntíð, sum hendan seinasta dagin upp í einar seks tímar, alt eftir umstøðunum at ganga og hvussu langt longur enn í Skúvadalshúsið vit fóru og eisini hvønn veg vit gingu.
Vanliga fara vit av endanum á Oyravegnum, niðan á gøtuna, sum gongur undir Núpinum niðan Kinnin í Torvadal og til Torvadalsánna. Síðani víðari eftir gøtuni niðan Breiðhjalla og út ímóti Sniðinum og í Skúvadalshúsið.
Hóast navnið, so hava vit ongantíð hitt nakran Skúgv har í dalinum og sigast má, at fuglalívið har er ikki serliga ríkt. Men gongur tú eitt sindur longur, tvørtur um ánna og niðan á til Vatnið við Hólmanum, so kanst tú vera heppin og síggja lómaparið har og kanska við unga tá tann tíðin er, men tá ræður um at vera varðin og ikki ganga vatninum ov nær, tí lómurin er styggur fuglur og skjótt er til at hann rímir með alla, um hann verður órógvaður ov nógv.
Onkran túrin hava vit gingið longur og vitja í húsinum hjá Magnusi í Bjargamansdali, fyri síðani at fara norðuryviraftur til Barsøksl og hava hugt oman í húsi í Barminum. Hagani og aftur í Skúvadalshúsið ígjøgnum Myrarnar er ríkt fuglalív og eisini sæst nógv hara.
Útsýnið har eysturi er frálíkt. Norður eystureftir sæst Svínoyggin og fjøllini norðanfyri og suðureftir sæst Suðuroyggin væl í góðum sýni harafturat ´Lítladímun, Sandoyggin, Nólsoy , Streymoy og Eysturoy norður til Borðoyarnes ber upp fyri.
Sum eg segði í byrjanini, so eru nógvir ymiskir gongumøguleikar eystur í skúvadal. Ein dagin í heyst fóru vit eftir gomlu gøtuni av Oyri eftir Rossagøtuni í Heldarskarð omanfyri Torvadal og síðani út eftir fjallinum eystanfyri og í Skúvadalshúsið. Eg minnist frá tí túrinum, at tá vit vóru á Rossagøtuni beint omanfyri ytstu húsini á Oyri var sera ríkt fuglalív at síggja har.
Eisini royndu vit ein túrin at fara av Skúvadalshúsinum og heim eftir fjallinum á vestursíðuni undir Høgubrúgv og runt Múlan og oman Skansan í Torvadal, tað var eisini ein annarleiðis túrur við mongum áhugaverdum upplivingum.
Eitt náttúrufyribrigdi sum ikki skal vera gloymt her er Bergrætt hjá Oyramonnum. Um ein, ístaðin fyri at fara niðan í Torvadal, fer av tí gøtuni áðrenn Kinnin og heldur áfram suðureftir í neðra eftir Birgishamri, so kemur ein til eina gamla rætt, sum stendur uppi á Hamrinum. Men verður farið omanav hamrinum beint áðrenn gomlu rættina, so kemur ein fram at elstu Bergrætt sum menn vita um og er hon gjørd frá náttúrunar hond. Har er ómetaliga vakurt, ja so vakurt at ilt er at siga frá tí, tað skal upplivast. Ikki minst eru stóru klettarnir og gróðurin har hugtakandi.
Av Bergrætt hava vit onkuntíð gingið víðaru úteftir í neðra til vit eru komnir út til Skálanesáirnar og hava so fylgt teimum niðan undir Svartafoss og síðani niðan við Skúvadálsá, sum hon eitur uppi í dalinum.
Síl eru eisini í vøtnunum har eysturi. Hóast vit ikki hava gjørt nógv av at fiska, so høvdu vit báðir Jørgin tráðu við ein dagin vit vóru har eysturi. Hetta var seint á heystinum og lómurin var farin av vatninum við unganum, so góður friður var og vit settust við hvør síni tráðu við Vatnið við Hólmanum.
Hóast okkurt sílið hevði hug, so er synd at siga at tey lupu á, men einaferð fór flotið hjá mær undir, eg hevði engt við saltsild og jú fast varð.
Tá sílið kom upp á turt máldu vit tað, og tað máldi 46 centimetrar úr kjaftinum ytst í stertin, so tað var ikki so heilt lítið, men synd at siga at tað var feitt.
Annars síggjast hópur av maðkapirrum í teimum smáu áunum har eysturi á fjallinum.
Jú, vit hava havt nógvar góðar túrar hetta árið, umframt árini frammanundan vit hava gingið og fyri okkum hava hesir túrar verið góðir, bæði fyri likam og sál, og hvør veit, kanska halda vit áfram í komandi ári.
Annars er at siga, at tey, ið ganga skjótt í Skúvadal brúka ein lítlan tíma av endanum á Oyravegi og í húsið og um 45 minuttir heimaftur, so tað er ikki fyri neyðini at brúka meira tíð enn tað tekur at sita frammanfyri sjónvarpinum og hyggja eftir einum fóltbóltsdysti. Vit brúka vanliga ein góðan tíma, í hútið og ein lítlan tíma heimaftur.
So tað er bara at fara, tú fært heilt vist eina uppliving og nógva motión.
Oliver




