Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Sparikassi 17,5 milliónir í avlopi

Oliver Joensen

Árið 2003 royndist sera væl ´hjá Norðoya Sparikassa hóast avlopið gjørdist 3,8 milliónir minni enn í 2002. Ørsøkin til minkingina er í fyrsta lagið kurstap og søla av bygningi í 2002.

Tíðindaskriv frá Norðoya Sparikassa
Roknskapurin 2003 góðkendur av nevndini
Á nevndarfundi tann 3. februar 2004 viðgjørdi og góðkendi nevnd Norðoya Sparikassa roknskapin fyri 2003.

Úrslitið
Úrslitið fyri 2003 gjørdist eitt avlop áðrenn skatt uppá 21,8 mió. kr., móti 27,2 mió. kr. í 2002.
Endaliga ársúrslitið eftir skatt gjørdist 17,5 mió.kr. móti 21,3 mió.kr. í 2002.

Inntøkur
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar øktust úr 55,8 mió. kr. í 2002 til 57,5 mió. kr. í 2003.

Virðisjavnan
Sparikassin hevði í 2003 eitt tap av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra uppá 1,3 mió. kr., móti einum vinningi í 2002 uppá 3,1 mió. kr.

Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur øktust við 2 % úr 28,7 mió. kr. í 2002 upp í 29,4 mió. kr. í 2003.

Burturleggingar
Netto avskrivingar og burturleggingar uppá skuldarar vóru 4,7 mió. kr. í 2003 móti 5,0 mió. kr. í 2002.

Innlán
Innlánið vaks við 5 % úr 880 mió. kr. í 2002 til 924 mió. kr. í 2003.

Útlán
Útlánið vaks við 12 % úr 794 mió. kr. í 2002 til 889 mió. kr. í 2003.

Eginpeningur
Eginpeningurin vaks við 8,1 % úr 224 mió. kr. í 2002 til 242 mió. kr. í 2003. Eginpeningurin er nú 20,6 % av samlaðu fíggjarstøðuni pr. 31.12.2003, móti 20,1 % pr. 31.12.2002.

Fíggjarstøðan
Fíggjarstøðan hjá Norðoya Sparikassa javnvigaði tann 31.12.2003 við 1.178 mió. kr. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 6 % í mun til 31.12.2002, tá fíggjarstøðan javnvigaði við 1.115 mió.kr.

Aðalfundur
Aðalfundur sparikassans verður í Klaksvík týsdagin 24. februar 2003 klokkan 15:00.

Við heilsan
Norðoya Sparikassi

Nevnd og stjórn