Osmundur Justinussen úr Lorvík, hevur í hølunum hjá reiðaravirki sínum, fyri árum síðani latið upp eitt bátasavn.
Hóast savnið kallast eitt bátasavn, so er har eisini permanent málningaframsýning av kendu lorvíksmálarunum og eisini av onkrum av teim ungu meira ókendu.
Listasavnið er í ovaru hæddini ímeðan sjálvt bátasavnið er niðri undir.
Umframt ymiskar føroyskar bátar, sum hava søguligan týdning fyri Lorvík, so er eisini hópur av fiskiamboðum, skipsmodellum, myndir og skjøl, sum lýsa hvussu fiskiveiðan í føroyum hevur ment seg upp ígjøgnum tíðirnar. Áhugavert var eisini at síggja teir ymsu kíkarnar, sum teir gomlu høvdu brúkt tá línan skuldi setast. Vanligt var, at kíkur var gjørdur úr hvalamaga, men á bátasavninum var umframt ein kópakík, eisini ein kálvakíkur at síggja.
Ongin seymur var at síggja á kálvakíkinum, so líkt var til, at hann var flettur út gjøgnum hálsin, fyri at varveita skinnið heilt, fyri síðani at seta proppar í, har halin hevði verið og har beinini høvdu verið, fyri til seinast at seta propp í sjálvan hálsin.
Amboð vóru sum sagt nógv at síggja, eisini slík sum høvdu við navigering at gera.
Stuttligt var eisini at síggja ein gamlan maskinbát við einum gomlum ØM motori. Motorurin var restaureraður og sera snøggur at síggja. Osmund Justinussen greiddi frá, at báturin skuldi brennast á einum nýggjársbáli, tá tað eydnaðist teimum á savninum at fáa fatur á honum, og motorin fingu teir eisini hendur á og gjørdu hann í stand, nú bíðar gamli motorurin bert eftir eini tendring, so er hann klárur aftur at fara ígongd. ØM motorurin er ein bensinmotorur, tveytaktari við einum sylindara, helst 4 ella 5 hk.
Jú Bátasavnið í Lorvík er so sanniliga eina vitjan vert. Tey, ið stytta sær stundir í Lorvík, meðan bíða verður eftir Dúgvuni ella Ternuni áttu at leitað sær ein túr á Bátasavnið, tí tað er opið vanliga skrivstovutíð.




