Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hans Oluf Johannessen, farin

Oliver Joensen

Mánamorgunin andaðist skiparin á Kvikki, Hans Oluf Johannessen umborð á skipi sínum. Eftir hann sita tvey børn, Katrin og John og unnustan Jóna Olsen.

Hans Oluf Johannessen var bert 50 ára gamalur nú hann andaðist umborð á skipi sínum. Hann hevði fyri stuttum, saman við øðrum, keypt Kvikk frá einum felag, sum hann eisini var partur í.
Hans Oluf fór til skips við Sæborg sama dag, sum hann fór úr skúlanum eftir 10 ára skúlagongd. Seinni fór hann við seglhússkipunum og í 70 unum fór hann á navigatørskúla. Eftir lokna útbúgving fór Hans Oluf Johannessen út at sigla. Men veiðihugurin dróg og hann kom aftur á klettarnar at fáast við fiskiveiðu og tað gjørdi hann eisini tann dagin hann andaðist.
Hans Oluf Johannessen varð føddur 20. februar í 1954 og livdi nú saman við Jónu Olsen. Saman eiga tey dóttrina Katrin og í frammanundan átti Hans Oluf sonin John Johannessen, ið er kendur sjónvarpsmaður og politikkari.

Harleywoodpaint