Eftir hálvleiksstøðuna 14-14, setti Stjørnan seg rættuliga á dystin í Vestmanna í seinna hálvleiki og úrslitið gjørdist 25-30 til Stjørnuna.
Norðlýsið frættir úr Vestmanna at ongin ivi var um hvat betra liðið var. Serstakliga í seinna hálvleiki setti Stjørnan ferð á spælið og mururin kom í løtum heilt upp á 7-8 mál.
Vit hava ikki fingið nakað nágreiniligt um dystin, men sagt verður at Joan og Alina skutu flestu málini, men at tað var breiddin á liðinum, sum sigraði.
Næsti dystur hjá Stjørnuni verður sunnudagin, tá Kyndil kemur til Klaksvíkar.




