Hetta heldur nevndin í NFÍ, ið nú fer undir at fyrireika Norðoyastevnuna 2004.
Símin Michael Sørensen, ein av limunum í Norðoya Frítíðar og Ítróttaráð sigur við Norðlýsið, at í mong ár hevur verið tosað um at lyfta Norðoyastevnuna upp á eitt hægri og meira áhugavert støði.
Vit fara at ganga undan, at broyta Norðoyastevnuna og tí fara vit longu hóskvøldið í komandi viku at hava fund við øll feløg, sum vanliga myndað Norðoyastevnuna. Fundurin verður í býráðshøllini kl. 19 hóskvøldið.
Vanligt hevur verið seinnu árini, at hesin fundurin ikki hevur verið fyrr enn í mai mánaða, men fyri at geva feløgunum eitt longri skotbrá at fyrireika tiltøk innanfelags, verður fundurin longu hóskvøldið í komandi viku.
Norðoyastevnan er sett til at vera 4., 5. og 6. juni.




