Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan vann stórsigur ímóti Kyndli

Oliver Joensen

1. kvinnuliðið hjá Kyndli hevði ikki nógv at bjóða uppá í KÍ-høllini ídag. Einans 6 mál fingu tær við sær aftur til Havnar. Dysturin endaði við 31-6 til Stjørnuna.

Munurin á 1. deild hjá Stjørnuni í kvinnudeildini í hondbólti og liðið hjá Kyndli má sigast at vera ógvusligur. Hóast Stjørnan brendi hópin av uppløgdum málmøguleikum, so fór Kyndil aftur til Havnar við álvarsligum tapi.
Hálvleiksstøðan var heili 15-1 til Stjørnuna, so longu tá var allur spenningur tikin úr dystinum. Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at fáa so nógv mál sum møguligt við m.ø. skjótálopum, men hetta hevði eisini við sær, at fleiri upplagdir málmøguleikar vórðu misnýttir og eisini gekk spælið hjá Stjørnuni so skjótt at vit sóu nógvar feilavleveringar. Orsøkin til at Stjørnan royndi at fáa nógv mál, var helst at VB frammanundan dystinum ídag, hevði betri málúrtøku enn Stjørnan og kanska var tað við hesum í huga at roynt var at fáa so nógv mál sum gjørligt.
Sum sagt so endaði dysturin við 31-6 til Stjørnuna og eftir spælinum var tað ikki eitt mál ov lítið hjá Stjørnuni at fáa.
Málini skoraðu : Joan M. Djordevic 8, Annika Ljósstein 7, Bara Skaale Klakkstein 6, Anna Kristina Samson 3 og Una Olsen 2.

Harleywoodpaint