Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsvalið 2004: Karsten Hansen, løgtingsmaður stillar ikki upp til býráðið

John William Joensen

Eg havi gjørt av ikki at stilla upp til býráðið hesaferð. Men eg fari sjálvandi at vera við í valorrustuni.

Karsten Hansen, løgtingsmaður, ið fýra ferðir fyrr hevur verið uppstillaður til býráðsval í Klaksvík fyri Tjóðveldisflokkin sigur, at hesaferð stillar hann ikki upp til býráðið.
Eg eri tríggjar ferðir valdur inn í býráðið. Til seinasta býráðsval sat eg í landsstýrinum og boðaði frá, frammanundan valinum, at eg fór at biðja um farloyvi, varð eg valdur. Men tað ferðina fekk eg ikki nóg mikið av atkvøðum til at vera valdur.
Sjálvur ætlaði eg ikki at stilla upp tá, men tey, sum vórðu rundan um flokkin hildu tað vera betri at eg stuðlaði við at vera á listanum, men hesaferð havi eg so tikið tað avgerð, ikki at stilla upp.
Eg sitið í løgtinginum og eg haldi ikki at tað er so heppi at blandað tey bæði saman, býráðsarbeiði og løgtingsarbeiðið, tí havi eg avgjørt at brúka mína arbeiðisorku í tinginum.