Tað eru feløgini sum eiga FSF verður sagt og tí skilji eg ikki hví formenninir í feløgunum ikki verða kallaðir saman at viðgera trupulleikarnar í FSF
HB formaðurin eftirlýsir at feløgini verða kunnaði á rættan hátt tá eitt nú formansval er.
– Tað verður sagt at tað eru feløgini sum eiga FSF, men í løtuni ráðførir nevndin í FSF seg ikki við feløgini.
– Eg trúgvi at nógvir av trupulleikunum, sum stinga seg upp kundi verði loystir um formenninir í feløgunum javnan møttust til fundar.
– Nú rokið um formansvalið leikar á er tað merkisvert at eingin hevur tikið stig til at kalla formenninar í feløgunum saman at viðgera eitt nú formansvalið í einum rúmi har øll feløgini eru umboðaði.
– Sum støðan er í løtuni sita vit í hvør sínum parti av landinum við okkara egnu uppfatan av trupulleikunum hjá FSF. Tí ivist eg ikki í at vit hvør sær gera skeivar niðurstøður og tí blívur alt til eitt sera ódámligt taktiskt spæl.
Nevndin eigur at kalla saman
– Eg haldið at nevndin í Fótbóltssambandinum átti at fingið allar formenninar á fund soleiðis at vit frá fyrstuhond fingu upplýsingar um teir trupulleikar sum m.a. nevndin hevur havt. Eg ivist ikki í at vit á henda hátt høvdu kunna loyst teir trupulleikar sum stinga seg upp uttan eitt lemjandi stríð í fjølmiðlunum.
Birgir Enghamar heldur tað verða eitt gott hugskot at FSF í samband við landsdystirnar bjóðaði formonnunum í feløgunum á ein óformellan fund har nevndin kundi lagt ymisk mál fram fyri feløgini og fingið teirra hugsan um hesi mál. Eisini hevði hesin fundurin kunnað viðgjørt trupul mál so sum formansvalið.




