Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Menning á skúlaøkinum

John William Joensen

Eftir drúgva politiska telving er kommunali ljóskastarin nú eisini settir beinleiðis á Ósáskúlan og hóttandi plásstrotið har.

Umvælingin á Ziskatrø verður skjótt liðug og tískil verða okkara fólkaskúlar um fá ár í rímuliga góðum standi.
Hóast umstøðurnar í dag eru mangulfullar, megna lærararnir at skapa eitt gott umhvørvi hjá børnunum at læra í. Nú skulu umstøðurnar fáast uppá pláss, so tað góða arbeiðið, sum verður gjørt í skúlunum í dag kann koma til sín fulla rætt. Útbyggingin av Ósáskúlanum er sera týdningarmikil í hesum høpi. Í bygginevndini, sum er vald til endamálið, sita trý umboð fyri Ósáskúlan og tvey fyri kommununa.
Sjálvur eri eg av teirri fatan, at avgerandi fyrimunir fáast við eini broyting í bygnaðinum í skúlaverkinum. Petur Hans Joensen, lærari, hevur eisini víst á hetta við síni greinaskriving í seinastuni.
Tann grundleggjandi munurin á míni og hansara fatan er tó tann, at Petur Hans sær samanlegging sum einasta møguleika og at útbyggingin av Ósáskúlanum skal bíða, meðan samanleggingin verður fyrireikað.
Sjálvur meini eg, at útbyggingin ikki skal bíða og at tað hartil eru fleiri góðir møguleikar, sum mugu eftirkannast í spurninginum um samanlegging.
Vit eru tó helst á einum máli um, at ov nógvir møguleikar detta niðurfyri við at hava tveir fullkomiliga sundurskildar skúlar, sum skulu hava allar funksjónir frá 1. til 10. flokk.
Skúlastýrini í báðum skúlunum arbeiða í løtuni við málinum um møguliga bygnaðarbroyting og tá Petur Hans einki hevur frætt frá, hvørja niðurstøðu skúlastýrini eru komin til er at siga, at eingin niðurstøða fyriliggur enn.
Tá vit tosa um møguligar bygnaðarbroytingar, hevur tað alstóran týdning, at skúlarnir sjálvir gera sína støðu greiða í hesum spurningi. Í seinasta enda verður tað viljin hjá skúlunum sjálvum, sum verður avgerandi fyri, um ein bygnaðarbroyting fer at eydnast ella ikki. Tí spæla skúlarnir ein heilt serligan leiklut og tí eigur málið eisini at byrja har.
Við tað, at skúlastýrini hava tikið hesa spennandi avbjóðing upp, tryggja vit okkum, at skúlarnir eisini innihaldsliga fylgja við í framtíðar útbyggingini av skúlunum.

Vinarliga
Rani Nolsøe
Skúlastýrislimur