Leygardagin var stórt tiltak í Christianskirkjuni, har umleið 220-230 kórsangarar og leiðarar úr KFUM síðani 1960 hittust aftur at minnast gamlar gøtur.
KFUM&K skipaði um vikuskiftið fyri stórari konsert í Christianskirkjuni. Tey høvdu savnað sangarar og kórleiðarar líka aftur til umleið 1960 til ein hugnadag, sum endaði við eini konsert í Christianskirkjuni.
Johanna Johannesen, ein av fyriskiparunum sigur við Norðlýsið, at ætlanin var at venjingin til konsertina skuldi vera í KFUM&K. Men orsakað av at so nógv fólk luttóku og tað eisini skuldi matgerðast í KFUM&K, varð avgjørt í síðstu løtu, at allar sangvenjingarnar skuldu vera í Christianskirkjuni, ímeðan borðreiðingin og matgerðin skuldi vera í KFUM &K.
Konsertin sjálv var sera væleydnað og hetta er uttan ivað stórsta kórið, sum nakrantíð hevur havt konsert í Christianskirkjuni.
Stórur partur av tí sum fyrifórðst leygardagin í KFUM&K og í Christianskirkjuni varð tikið upp á video og afturat tí varð sangurin festur á band.
Johanna Johannesen sigur, at ætlanin er at geva út eina DVD fløgu og eitt videoband, sum fólk við áhuga fyri tiltakinum og andaligum sangi kunnu ogna sær. Nær útgávan verður á marknaðinum er ikki greitt enn.
Ólavur Wolles hevur staðið fyri myndaupptøkunum, ímeðan Alvi Elleby Andersen hevur staðið fyri ljóðupptøkunum.




