Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KONSERT VIÐ UNGUM FØROYSKUM TÓNLEIKARUM

John William Joensen

Á konsertini í Norðurbryggjuni sunnudagin 25. apríl kl. 16.00 verður møguleiki fyri at uppliva ungar evnaríkar tónleikarar, sum eru eitt gott dømi um tað blómandi musikkskúlalívið í Føroyum.

Millum rokk og rútmur stórtrívist eisini tann klassiski tónleikurin í Føroyum, og sunnudagin verður skráin klassisk.
Teir 8 føroysku musikkskúlanæmingarnir eru nevniliga í Keypmannahavn fyri at luttaka í Berlingske Tidendes Klassiske Musikkonkurrence, sum í vikuskiftinum verður á Det Kgl.Danske Musikkonservatorium. Luttakararnir eru 12 til 16 ára gomul, og spæla ávikavist á tvørfloytu, klaver, trompet og violin. Skráin fevnir um alt frá J.S. Bach til romantiskan tónleik og til nýggjari tónaskøld sum t.d. Lennox Berkeley.
Fylgispælið til ungu solospælararnar hevur Jóhannes Andreasen, sum er klaverlærari á Tórshavnar Musikskúla.
Atgongumerki kunnu bíleggjast á telefon: 3283 3702, ella á bryggen@bryggen.dk