Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LEIÐARIN: Og so varð byrjað

John William Joensen

Týsdagin 20. apríl 2004 um 16.30 tíðina hoyrdist so fyrsti bresturin frá fyrstu spreingingini borðoyarmegin í samband við Norðoyatunnilin.

Hví tunnilin eitur Norðoyatunnilin er ilt at vita, men kanska vilja politikarar og umsiting í høvuðsstaðnum við nøvnunum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin royna at billa okkum inn, at hesi strekkini av landsvegnum er ein gáva til tykkum í útjaðaranum og so kunnu tit bara tiga.
Tað hevði óivað verið rættari at kalla tunnlilin um Lorvíksfjørð fyri Lorviksfjarðartunnilin ella Tunnilin um Lorvíksfjørð.
Hóast vit eru ovurfegin um, at føroyska samfelagið nú verður ríkað við einum undirsjóvartunnli afturat, so eiga fólk uttan fyri høvuðsstaðin at leggja sær í geyma at høvuðsstaðurin skilir ikki góðar grundgevingar fyri útbyggingum uttan fyri høvuðsstaðin, tær vera ikki gjørdar uttanso at fólk kring um í landinum taka lógvatak.
Norðoyatunnilin er eitt gott dømi. Bert fyri at tekkjast høvuðsstaðarøkinum, bleiv Vágatunnilin fyrst gjørdur, tí tá dugdu høvuðsstaðarfólk at síggja, at tá bleiv lættari hjá teimum at fara av landinum og flogvøllurin við tí tunnlinum flutti nærri høvuðsstaðnum.
Áhugavert verður at síggja títtleikan av ferðsluni gjøgnum undirsjóvartunnlarnar báðar, tá Norðoyatunnilin verður liðugur. Fáur man ivast í, at Norðoyatunnilin fer at hava nógv størri týdning fyri samfelagið enn Vágatunnilin við tað at virksemið í økinum her vinnuliga er størri enn tað vestanfyri.
Tá fyrsta skotið skuldi latast av, gekkst ikki so væl í hond. Fyrst var roynt við apparatinum, sum skuldi geva streym til perlurnar, men sagt varð at tað riggaði ikki. Síðani var roynt við battaríinum á eini gravkúgv, men heldur ikki tað var nóg mikið. Síðani var roynt við einum kamerabattaríið og heldur ikki tað riggaði.
At enda var komið eftir, at fyrsta apparatið var í fínasta lagið, men var handfarið skeivt. Tá so varð roynt umaftur, tá riggaði alt fínt. Hetta fyrsta skotið greiddi betur enn nøkur søga frá politisku handfaringini av Norðoyatunnlinum.