Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Larry Ford, Grammy-virðisløntur tenorur, vitjar í Føroyum

John William Joensen

Mikukvøldið 19. mai klokkan 20 verður Larry Ford, gospeltenor, at hoyra í ítróttarhøllini á Eiði. Hetta má sigast at vera sera forvitnislig hending fyri gospeláhugaðar føroyingar.

Mong kenna Larry Ford frá vælumtóktu Gaither-útgávunum. Hann er tenorur av Guðs náði, og nær so høgan tóna, sum fáir aðrir mannligir gospelsangarar.
Fleiri kenna helst sangin Let’s have a talk with Jesus, har Larry Ford og J.D. Sumner veruliga royna seg í teimum høgu og lágu tónunum. Nakað fyri seg og eitt av mest áhugaverdu brotunum, sum eru á Gaither-útgávunum.
Tilkomin fólk minnast eisini, at Larry Ford sum ungur var tenorur í tiltikna Southern Gospelbólkinum Blackwood Brothers. James Blackwood hevði á orðið, at "Larry Ford er besti tenorurin í gospeltónleiki yvirhøvur!".
Føroyingar, staddir í Keypmannahavn í 1977, fingu eisini høvi at uppliva James Blackwood og Larry Ford syngja saman tá "Blackwood Brothers" høvdu konsert í danska høvuðsstaðnum.
Gloria Gaither sigur soleiðis um Larry Ford: "Harrin hevur vælsignað Larry Ford við eini framúrskarandi rødd, so hann evnar at lovsyngja Harranum á ein heilt serstakan hátt!"
Mangan hevur verið boð eftir honum. Longu 15 ára gamal fór Larry Ford í upptøkuhølini, og hesi seinastu 40 árini eru óteljandi sangupptøkur gjørdar við honum – bæði sum solisti og saman við øðrum. Fyrstu 14 árini virkaði hann fyri tað mesta í statunum Texas og Florida. Men umframt allar konsertferðirnar og framførslurnar í heimlandinum USA, hevur Larry Ford sungið í 22 ymiskum londum. Føroyar verða sostatt 23. landið, sum Larry Ford vitjar.
Larry Ford starvar tvørtur um samkomu- og kirkjumørk, og ber tí sang sín fram í ymiskum kristnum samkomum og kirkjum.
Grammyvirðislønin, sum Larry Ford vann í 2003, er prógv um, at vit fáa vitjan av einum framúr sangara. At vinna ein Grammy man vera størsti heiður, tú kanst fáa í amerikanska tónleikaheiminum!
Larry Ford vitjar í Whitby í Onglandi nú í mai-mánaði, og leggur í hesum sambandi leiðina til Føroya eftir innbjóðing frá sangarum í Ebenezer, sum eisini hava verið í Withby og sungið nakrar ferðir á gospelstevnu har.
Sum sagt, so verður ítróttarhøllin á Eiði karmur um hesa konsertina. Mett verður, at hetta er tann ítróttarhøllin í landinum, sum hevur bestu ljóðviðurskiftini. Og til slíkt høvi er tað næstbesta ikki nóg gott.
Pláss er fyri uml. 1.100 áhoyrarum.
Ebenezerkórið og heimligir tónleikarar fara at syngja og spæla saman við Larry Ford, umframt at onkur felagssangur eisini verður.
Vilt tú hoyra m.a. How great Thou Art ella I will sing of my Redeamer runga í ítróttarhøllini á Eiði mikukvøldið 19. mai kl 20, so er møguleikin har.

Larry Ford
§         Føddur 10. november 1947 í Texas.
§         Giftur við Sherryl, hava verið gift í yvir 30 ár.
§         Eiga 6 børn, 5 synir og eina dóttur: Matthew, Mark, Luke (eingin John!), Jonathan, Seth og dóttrina Amandu. Eiga fýra barnabørn.
§         Umleið 150 konsertir árliga

Konsertin
§         Í ítróttrahøllin á Eiði
§         mikudagin 19. mai 2004 kl 20. Dyrnar lata upp kl 19.
§         Atgongumerki í forsølu kosta 150 kr. Við dyrnar 175 kr.
§         Atgongumerkir fáast á hesum støðum frá mikudegi 23. apríl:
Shell í Havn, Gøtu, Klaksvík, Vági og Tvøroyri. Myllan í Miðvági, Statoil í Sørvági, Kunningarstovuni í Skopun og Kiosk Vár í Saltangará.
§         Drekkamuður er at fáa aftaná