Tá sprongt varð ídag við tunnilsmunnan við bátahylin við Borðoyarvík, stóð grótrokið heilt út til uttasta grótkastið á bátahylinum og um illa vildi til kundi stórur skaði staðist av skotinum.
Menn sýntust eitt sindur kløkkir við tunnilsmunnan tá vit vórðu har við myndatólinum. Niðri við Bátahylin bert eitt vet frammanfyri goymsluhúsini hjá Faroe Salmon við bátahylin, lógu steinar frá spreingingini, ið kundu havt gjørt um seg um illa vildi til.
Sjónarvitnir siga, at grótrokið rakk út á sjógv og út ímóti tí uttasta av grótkastinum á Bátahylinum.
Hóast skotið ljóðaði ógvusligt, so varð sagt okkum at tað ikki var ein serliga sterk løðing, tí bendir alt á, at skotið er ikki gingið av sum menn roknaðu við.




