Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Petur Mohr, høvuðsvenjari hjá B68: Vit áttu annað stigið

John William Joensen

Hevði vanta meiri spæl frá KÍ, sigur Petur Mohr

Fyrrverandi KÍ venjarin og núverandi høvuðsvenjari hjá B68 er ikki í iva um at teir fingu ov lítla úrtøku burtur úr dystinum í Klaksvík.
– Undan dystinum hevði eg roknað við at KÍ fór at leggja seg eftir at búrka miðvøllin í uppspælinum, men í staðin brúktu teir langar bóltar úr verjuni upp í álopið.
– Vit komu til Klaksvíkar fyri at vinna dystin, og haldi eg eisini at vit allan dystin vístu góðan vilja at fara í álop. Við stóðu eisini høgt uppi á vøllinum, og hetta var til stóran ampa fyri KÍ.
– Undan dystinum var eg greiður yvir at tað fór at hava stóran týdning um vit megnaðu at koma á odda, tí um Klaksvíkingar vóru fyrstir at skorða so fóru vit at fáa tað sera trupult. Eg haldi at stórsta styrkin hjá KÍ-liðnum í løtuni er at liðið verjir ógvuliga væl og tí er sera trupult at spæla ímóti KÍ.

B68 liði á veg fram
Petur Mohr undirstrikar at hann ikki vil koma við umberingum fyri ósigurin, men at tað er eingin loyna at fleiri av leikarunum á B68 liðnum ikki eru nóg væl fyri.
– Øssur hevur fyri kortum verið skurðviðgjørdur, Suni Fríði hevur verið nógv burtur við Skaða, og Mikkjal Thomasen og Herbert í Lon eru júst komnir.
– Tí er liði heldur ikki nóg væl samanspælt, so eg ivist ikki í at vit styrkjast fyri hvønn dyst. Vit hava nakrar leikarar sum tilsamans eru eitt gott lið, men so skulu allir verða tøkir tí hópurin er ikki breiður.
Tað skal eisini nevnast at Toftamenn í løtuni eru við at skifta teppið á vøllinum, og tí hevur liði ongan venjingarvøll. Teir ferðast ímillum Runavík, Skála, Eiði og Havnina at venja.

Harleywoodpaint