Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Javnleikur í Gundadali 2-2

Oliver Joensen

So var dysturin liðugur. KÍ fekk javnleik ímóti favorittunum úr B36, so tað má sigast at vera eitt gott úrslit.

Dysturin liðugur
Sum skilst úr Havnini, so hevur gingist væl við spælinum ídag í Gundadali. Hóast hart hevur leikað frammanfyri báðum málunum, so var KÍ sera nær við at leggja seg framum, tá klaksvíkingarnir sóu bóltin innan fyri strikuna í málinum meðan dómarin avgjørdi at bólturin var ikki innanfyri.
2-2 ímóti B36 ein góð styrkiroynd hjá KÍ, sum er at fegnast um.


15. min. í seinna hálvleiki
Erling Fles var nærum ikki liðugur at minka um munin til hann aftur var á blettinum og skoraði til 2-2 ímóti B36.

10 minn í seinna hálvleiki
Fyrst eydnaðist tað B36 at leggja seg framum við einum máli. Bólturin varð skotin móti KÍ málinum, rakti Niclas og snýtti málmannin.
Bert tveir minuttir seinni skoraði Erling Fles fyri KÍ og minkaði sostatt um munin til 2-1 til B36.

44 minuttir
Tað var Jákup á Bø, sum eftir hornað og eftir at Jákup hevði sligið bóltin út frá málinum, smekkaði bóltin í netið til støðuna 1-0 til B36.

40 minuttir farnir
Vit frætta úr Havn, at sera javnt gongur á. KÍ átti meginpartin av spælinum í byrjanini á hálvleikinum, men síðani hevur gingið javnt á. Fáir fyri ikki at siga ongir málmøguleikar hava verið.