Einaferð enn hevur skúlamál í Klaksvík verið umrøtt í grein í Norðlýsinum. Rithøvundurin, Petur Hans Joensen, er vónbrotin av væntandi undirtøku og møgiligum kjaki.
Eg havi áður gjørt greitt, at ein útbygging av Ósáskúlanum er sett í gongd, og at hon verður framd. Ikki skuldi verið neyðugt, at blivið við at forklára hví tað er neyðugt við eini útbygging nú, og serliga ikki fyri einum lærara. Men lat meg einarerð enn gera greitt, at skúlanum tørvar hølir til at fremja ta virksemi, sum krevst av einum nútíðar skúla, og tann trupulleikin skal loysast nú.
Tað fyrikemur mær tí løgið, at ein lærari er bangin fyri, at játtaði peningurin ikki verður nýttur optimalt, tí tað, sum flestu skúlafólk helst vita um er, at umstøðurnar at virka í hava verið ov trongar, og tí fegnast øll um komandi útbygging og tað átti Petur Hans eisini at gjørt.
Skúlarnir hava síni skúlastýri, sum umboða foreldur, lærarar, skúlaleiðslu og kommunu. Øll hesi eru eisini umboðaði í bygginevndini fyri Ósáskúlan. Bygginevndin er við til at ráðgeva komandi útbygging, og tað er als ongin grund til at ivast í, at hon er kompitent til at siga, hvørji høli størstur tørvur er á at fáa afturat verandi skúlahølum í Klaksvík, og hvussu peningurin kemur best til nyttuna fyri øll.
Petur Hans Joensen og onnur skulu vera púra greið yvir, at úbyggingin av Ósáskúlanun er ikki tikin úr leysari luft, men er gjørd út frá einum áliti um verðandi høli og hølistørv, sum var latið kommununi tann 7. jan. 2002, av einum bólki, sum m.a. var mannaður av skúlafólki og skúlastýri.
Lat meg eisini gera púra greitt, at komandi útbygging als ikki forðar fyri eini møguligari samanlegging av báðum skúlunum í Klaksvík ella samstarvi, men tað er ikki teytað av hesum, tí hølini, sum útbyggingin fevnir um eru neyðug undir øllum umstøðum.
Petur Hans Joensen hevur eisini gjørt greitt, at hann heldur lítið um tær viðmerkingarnar, sum eg áður havi havt til hansara greinar um skúlapolitikk, kallar tær fyri ein slutur fyri ein slatur, og viðmerkingarnar hjá Rana Nølsøe metur hann sum at fiska eftir atkvøðum.
Tá ið eitt kjak kemur niður á tað støðið, haldi eg ikki, at tað er konstruktivt meir, og er hetta tí mín seinasta viðmerking til Petur Hans í Norðlýsinum á hesum sinni.
Hvør, ið dyrgir eftir atkvøðum til komandi kommunuval, fáa vit at vita, tá ið listarnir eru lidnir í heyst.
Eg gleðist í hvussu so er yvir, at tað untist mær, at verða við til at seta gongd á at loysa hølistrupulleikanar á skúlaøkinum, og ynski mítt er sjálvandi, at hetta kemur at gagna okkara skúlum á besta hátt.
Jórun Høgnesen, forkvinna í mentunarnevnd Klaksvíkar Býráðs.




