Sigfríður Clementsen vantar ein tættan dyst í fuglafirði, tí bæði liðini brúka nógva orku upp á verjuspælið.
Venjarin hjá ÍF, Sigfríður Clementsen, er bjartskygdur og ivast ikki í at ÍF kann syfta KÍ.
– Eg kann ikki annað enn verða nøgdur tí leikararnir hava lagt nógva orku í teir dystir vit hava leikt higartil í ár.
– Eg haldi at vit líkjast eitt sindur KÍ í spælistili tí bæði liðini hava gjørt sær ómak í verjupartinum og hetta hevur eisini givið úrtøku.
Karstin Joensen ivingarsamur
Seinasta vikuskiftið vann ÍF 4-2 á NSÍ og tað verður uttan iva sami hópur sum fer á vøllin at takast við klaksvíkingar.
– Tíanverri fekk málverjin, Karstin Joensen, skaða undir venjing í vikuni, men eg vanti hann verður tøkur til dystin.
Møguliga vera Bárður og Høgni eisini tøkir til dystin men annars vanti eg at vit hava sama liði sum seinasta vikuskiftið syfti runavíkingar.
Spentur at møta KÍ
Venjarin hjá ÍF er sera spentur til dystin leygardagin.
– Eg haldi at KÍ liðið er meiri spennandi í ár og tí trúgvi eg eisini at tað verður spennandi at síggja hvussu langt Klaksvíkingar koma.
– Teir megnaðu jú javnleiki í Gundadali móti B36 og tí rokni eg við at teir koma til Fuglafjarðar at vinna.
– Okkara lið er ikki nóg sterkt til at mynda ein heilan dyst og tí noyðast vit at innrættað okkum eftir spæliháttinum hjá mótstøðuliðnum og tað vanti eg eisini at vit fara at megna leygardagin.
Tættur dystur
Sigfríður Clementsen vantar ein tættan dyst.
– Tað eru tvær ymiskar leikskipanir sum møtast leygardagin. Vit leika við meiri fløtum linum í uppstillingini meðan KÍ brúkar diamant uppstillingina á miðvøllinum, so tað verður áhugavert at síggja hvør vinnur slagið um miðvøllin.
– Sum sagt so brúka baði liðini nógva orku uppá verjuspælið og tí verður avgerandi fyri undirhaldsvirði av dystinum at mál kemur so tíðliga sum gjørligt.
– Um ikki, so vanti eg ein heldur varligan dyst.
Annars var ÍF venjarin sera væl nøgdur við Klaksvíkingarnar og serliga Karstin Joensen, sum hevur staði sera væl í ÍF málinum.




