Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá IRIS: “LUFTBALLÓNIN” vitjar í Føroyum.

John William Joensen

Tann 18. og 19. mai hevur Astma & Allergifelagið vitjan av Ole Møller Hansen, frá danska felagsskapinum “Luftballonen”.

Á framsýningum og fyrilestrum í Havn og í Klaksvík fer hann  at greiða frá hvørji tilboð og hjálpartól finnast til teirra, ið eru fongd við astma og allergi.
Ole Møller Hansen fer at hava framsýning og fyrilestrar á Landsjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Umframt at Ole Møller Hansen fer at greiða frá um summarlegutilboð til ung við Astma, sum felagið fyriskipar í Danmark og í Hollandi, so umboðar hann eisini fyritøkuna MvG Consult í Odense, ið er ráðgevandi innan luftviðurskifti  og umhvørvi.
Fá meiri at vita um fukt, hússtøv, teppir, luftútskifting, skimmelsvampar, pollen, astma, vaskievni, royk og onnur viðurskifti, ið serlgia ávirka tey, ið eru fongd við astma og allergi.
Framsýningarnar og kunnandi fundirnir eru almennir, og verða sum kunngugt hildnir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týsdagin 18. mai, og á Landsjúkrahúsinum mikudagin 19. mai. Kl. 16.00 er heitið: Mytir og fakta um inniklima, og kl. 19.00 verður greitt frá summarskeiðum  fyri børn og ung við astma. Heitið er: Ein øðrvísi summarfrítíð fyri teg, ið hevur astma !
Fyrireikarar eru Astma & Allergifelagið í Føroyum, felagið Luftballonen og ráðgevandi verkfrøðingafelagið MvG Consult.

Lesið meira um summartúrarnar á www.luftballonen.dk