Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dáin fingið bussin

John William Joensen

Í síðstu viku upprann so dagurin, tá umlættingarheimið Dáin fekk sín egna buss, ið er ætlaður búðfólkunum.

Starvsfólkini í Dáanum hava síðani seinasta heyst savna inn pening til ein bil til Dáan. Ætlanin við hesum bili er at tað skal vera lættari hjá teim í Dáanum, sum bera brek, at koma kring um í samfelagnum.
Dáin hevur ynskt sær ein stóran bil, har stóra koyrikortið ikki verður kravt, hetta fyri at ikki skal vera neyðugt hjá stovninum at kalla førarar inn hvørjaferð bilurin skal brúkast og hetta hevur eydnast teimum við bussinum frá Reyni Service, ið Dáin nú hevur fingið.
Umframt at hava nýggju sitipláss, hevur bilurin eisini eina rampu, soleiðis at lætt er at fáa koyristólar inn í bilin. Harafturat er lætt at taka setur úr bilinum, um so er at fleiri í koyristólum skulu við bussinum.

Norðlýsið ynskir Dáanum tillukku við nýggja bilinum.