Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Larry Ford imponerar

John William Joensen

Í gjárkvøldi vandi Ebenezer kórið saman við amerikanska tenorsangaranum Larry Ford til konsertina í kvøld og tey sum vóru til venjingarnar vóru imponeraði.

Alexander Samuelsen, sum í gjárakvøldi vandi við Ebeneserkórinum saman við Larry Ford, sigur at hann var imponeraður av amerikumanninum.
– Hann er lítli av vøkstri og ger sera lítið burtur úr sær, men tá hann lat munin upp var hann ikki nakar lítil maður.
– Hann hevur eina kolosala megi í røddini og hóast eg eigi plátir av honum og hann ikki er nakar ársungi longur, so er røddin heilt ótrúlig.
Konsertin við Larry Ford verður á Eiði í kvøld og bussur koyrur í samband við Dúgvuna.
Tey sum ætla til konsertina við bussi, kunnu siga frá við telduposti á : puskas@post.olivant.fo